Skurarnir sigraðu í hørðum dysti

Útvísingar og hart spæl merktu dystin í Vági í gjár, har GÍ vann uppiborið á samansetta liðnum úr Suðuroynni

FÓTBÓLTUR

Dysturin á Eiðinum í Vági var ikki meir enn eitt korter gamal, tá tveir leikarar vórðu tveittir av vøllinum. Sam Jacobsen og Dimitri Jankovic bresta saman í einum nærdysti og bólta báðir umkoll. Liggjandi á grasinum fara teir til hendurs og dómarin Dagfinn Olsen ger tað einasta rætta, og vísir báðar menninar av vøllinum.
Hetta setti sjálvandi sín dám á dystin, sum á ongan hátt var væl spældur, men tvørtur ímóti harður og ófantaligur við nógvum fríspørkum. Tað gjørdi tað heldur ikki betri, at nakað av vindi var, sum eisini órógvaði spælið. Dysturin var vánaligur og tí er lítið at skriva heim um.

GÍ omaná
Lat tað vera sagt beinanvegin. GÍ var betra liðið á vøllinum. Teir sótu á tí mesta og stýrdu dystinum. Tað var tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at teir av komu fyri seg. Tá fingu teir vindin ímóti sær, og hetta tóktist onkursvegna at hóva teimum betri, enn at spæla við vindinum í ryggin.
Gjøgnum dystin hevði GÍ nakrar fínar kjansir, sum teir ikki megnaðu at umseta til mál, men tá tað restaðu góðir 20 minuttir av dystinum bragdaði umsíðir hjá skurunum.
Sverri Jacobsen breyt ígjøgnum í høgra borði og legði hart og flatt innfyri málið. Við handaru stong stóð Erling Jacobsen, sum við høgra beini setti bóltin í netið.
Erling hevði stutt frammanundan loyst Hans Paula Petersen av, og hann kvitteraði við einum máli. 2. páskadag í Gundadali hendi tað beint øvugta, tá Hans Pauli Petersen kom inn fyri Erling Jacobsen og skoraði.
Eftir málið royndi VB/Sumba at svara aftur, og teir vóru eisini so nær við sum teir kundu koma í yvirtíðini, men Geza Turi stórbjargaði frálíku málroyndini.

Tætt fyri fyrstu ferð
Harvið tryggjaði stinni málverjin hjá GÍ felagnum trý stig. Hetta er næsti sigurin hjá GÍ á rað. Hugaligt hjá teimum í Gøtu, og sigurin gjørdist ikki verri av, at GÍ fyri fyrstu ferð í ár megnaði at halda tætt aftanfyri. Í teimum trimum dystunum frammanundan hevði GÍ latið átta mál ígjøgnum, men í gjár eydnaðist endiliga at halda málið reint.
VB/Sumba fekk eitt mál ímóti sær í gjár, men samanborið við teir báðar undanfarnu dystirnar, tá teir taptu 5-0 og 4-0 móti ávíkavist KÍ og B36, er úrslitið ikki so galið. Serliga havandi í huganum, at VB/Sumba hevði teir báðar Evrard Ble og Suna úr Hørg leikbannaðar. Teir vera tøkir næstu, tá VB/Sumba skal í Eysturoynna at spæla móti NSÍ. GÍ spælir tá á heimavølli móti Skála.