Øskurokið frá eldgosinum í Íslandi kostar føroyska flogfelagnum, Atlantsflogi, dýrt. Magni Arge, stjóri, sigur, at heilt leyðsliga mett, kostar tað Atlantsflogi einar 400.000 krónur í miðal um dagin, at flogførini eru groundaði av øskuni og tey ongar inntøkur fáa, tó at útreiðslurnar eru stórar kortini.
Sjálvur hevur Magni Arge ligið veðurfastur í Bretlandi síðani flogferðslan varð løgd lamin og útitini fyri at hann sleppur heim í bræði, eru ikki tey bestu.
Útlitini fyri at støðan batnar teir næstu dagarnar eru ikki tey bestu.
Men hóast loftrúmið yvir Danmark er stongt er Atlantsflog sinnað at kanna møguleikarnar fyri einari neyðlinju út í heim.
Skuldi ein møguleiki verið at flogið til Skotlands, Noregs, ella onkra aðrastaðni, eru vit sinnað at kanna tann møguleikan, so at ferðafólk í øllum førum hava møguleika at sleppa nærri fastlandinum um tey vilja tað.
So kunnu tey sjálvi taka tað hiðani og royna at sleppa upp á pláss.
Samstundis kunnu ferðafólk, sum vilja til Føroya, leitað sær á tey plássini, sum flogið verður til, so at tey kunnu sleppa heim.
- Vit fáa ikki gjørt annað enn at síggja, hvussu leikur ferð.
Hann væntar, at tá ið øskurokið lættir, fer tað ikki at taka leingi, til teir hava avgreitt tey ferðafólk, sum bíðað.
Uttan iva er ferðafólkatalið minkað eitt sindur, tí onkur setist aftur og onnur eru farin við Norrønu.