Skúvoyingar eru byrjaðir at taka líra

- Eg var eftir lírum í nátt, og eg haldi, at her var nógvur fuglur at síggja, sigur Poul Ásmund Tórarenni í Skúvoy.

Líradagur er 26. august, men tá er ov tíðliga at taka líra við lykt í myrkri, tí lírin er enn ikki búgvin at koma út úr holu síni.

 

Í Skúvoy, sum helst eigur mestan líran í Føroyum, hava tey á grannastevnu gjørt av, at veiðitíðin er frá 10.-16. september.

 

Tá verður roknað við, at lírin kemur út úr holuni í myrkri, og sum kvøldini ganga, stoytir ungin seg at enda út av bakkanum og flýgur. 

 

Men, tað er ikki bara veiðitíðin, sum í Skúvoy er avmarkað til eina viku.

 

Ein onnur avmarking er, at tað í mesta lagi er loyvt at taka 100 lírar upp á hvørt matrikulnummar í bygdini í líravertíðini.

 

Og tað eru heldur ikki øll matrikkulnummur í Skúvoy, sum eiga rættin til líra.

 

Er talan um summarhús við ongari uttangarðsjørð, hevur tú ikki rætt at veiða líra. Tað krevst nevniliga, at jørð eisini hoyrir til húsini.

 

Í Skúvoy eigur nógvur skrápur, sum er hin gamli fuglurin, men avmarkingarnar hava til endamáls at verja stovnin fyri ovurveiði.

 

Tað var tann tíð, tá veiðan var óavmarkað, og tá kundi tú í líratíðini taka so nógv, tú vildi. Men, tann tíðin er farin.

 

Tá tað var farið um midnátt síðstu nátt, skrivaðu vit 10. september, og tá var loyvt sambært treytunum á grannastevnuni at taka líra við lykt.

 

- Vit vóru einir sjey mans, sum byrjaðu at ganga eftir midnátt. Her vísti seg at liggja væl fyri, og væl av líra var úti.

 

Poul Ásmund Tórarenni sigur, at flestu deila teir hundrað lírarnar, sum hvørt húski kann veiða í vertíðini, upp í tveir túrar.

 

- Tað er bæði lættari og skjótari. Tekur tú allan líran í eitt kvøld, kann byrðan niðan aftur úr berginum og upp á slætt kennast tung. 

 

Poul Ásmund Tórarenni var millum teir sjey, sum vóru á líraveiði í nátt, og hann letur væl at.

 

- Jú, eg haldi, at her sá væl út, og eg tók 40 lírar á hesum fyrsta túrinum. Flestu mundu taka millum 40 og 50 lírar hetta fyrsta kvøldið.

 

Hann leggur aftrat, at nú verður bara tikið til húsbrúks, og so fær onkur í familjuni burturav. Einki verður selt longur.

 

Líri er sera góður matur. Hetta er góður, feitur og forkunnugur fuglur, sum í Skúvoy bara verður veiddur í eina viku um árið.

 

##med2##