Skylda 85 milliónir í lønum

Russiskt stórfelag er í vanda fyri at fara á húsagang.

Tað hevur gingið av skriðuni síðani russiska Rubin Kazan gjørdist meistari í heimligu kappingini kappingarárini 2008 og 2009, og nú – í 2017 – er stórfelagið í ítróttarligari eins væl og fíggjarligari kreppu.


Enska blaðið The Telegraph skrivar, at hópurin hjá Rubin Kazan ikki hevur fingið løn seinastu fýra mánaðirnar, og at felagið skyldar leikarum, venjarum og øðrum í felagnum tilsamans 85 milliónir krónur í lønum.


Rubin Kazan er í løtuni beint omanfyri niðurflytingarstrikuna í bestu russisku deildini. Í hópinum eru leikarar so sum fyrrverandi Arsenal- og Barcelona-leikarin, Alex Song, franski Yann M'Vila og íslendski Ragnar Sigurðsson.


Sambært The Telegraph, so fingu leikararnir í gjár boð um, at felagið í løtuni ikki hevur ráð at gjalda teimum lønir. Teir eru misnøgdir við støðuna, og fleiri leikarar hava hótt við at fara úr felagnum.


Tað er íløgufelagið TAIF, sum eigur Rubin Kazan, og ovastin í felagnum er Radik Shaimiev, ið er mettur at vera 88. ríkasti maðurin í Russlandi.


Órógvið í Kazan kemur illa við undan HM-endaspælinum í Russlandi næsta ár, har Kazan er ein av vertsbýunum og sambært ætlanini skal hýsa dystum í bólkaspælinum, einari 1/8-finalu og einari fjórðingsfinalu.