Skynsemi og taktikkur ráddu

Skynsemi og taktikkur hevur óivað rátt, tá Tjóðveldisflokkurin avgjørdi, hvør skuldi taka við sum landsstýrismaður eftir Torbjørn Jacobsen. Óli Holm er drivin organisatiónsmaður, dugur av somu orsøk helst at leggja væl til rættis, og hevur í fleiri ár verið formaður í aðalstjórn floksins.

 


Hann er ikki so víðgongdur sum undangongumaðurin, hvørki í orði ella hugsjónarliga, og tað er óivað ein fyrimunur, nú eitt lítið ár er eftir av valskeiðnum. Ein annar fyrimunur er óivað, at báðir veingirnir í flokkinum ? nýskipanarparturin hjá Høgna Hoydal og teir gomlu við Finnboga Ísaksyni og Signari á Brúnni ? kunnu góðtaka vágbingin.


Fyri sunnanmenn og vágbingar er tað óivað eisini ein fyrimunur at fáa ein mann afturat at umboða tann partin av Føroya landi, sum ikki er so mansterkur í sjálvstýrisfylkingini. Tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið rættiliga nógv upp og niður hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðuroy. Tað fer kanska at skapa eina javnvág í flokkinum, nú flokkurin skal hava ein mann afturat at umboða flokkin í sunnara parti í oynni, sum enn ikki er komin úr kreppuni, og sum heldur ikki fekk nakað burtur úr oljuvinnuni í fyrstu atløgu.


Hóast hvassa tungan óivað gjørdi av við Torbjørn Jacobsen, so var trupulleikin fólkaskúlin. Eftir at Vestmanna skúli hevði gjørt vart við seg ? ella provokera ? so vísir tað seg, at flest allir skúlar hava somu trupulleikar: ov fáar tímar við atliti til nýggju fólkaskúlalógina.


Óli Holm er skúlamaður, hevur verið varaskúlstjóri í 28 ár, og kennir tí trupulleikarnar til fulnar. Men spurningurin er, um hann fær nakað av peningi úr kassanum hjá Karsteni Hansen at leska tann afturúrsiglda fólkaskúlan við, og á tann hátt eisini taka nakað av tí ónøgda broddinum millum skúlafólk, eisini tjóðveldisfólk.


Vónandi fer nýggi landsstýrismaðurin at skora upp undir tann mentanarliga partin, sum hevur verið fyri framstigum seinastu árini við m.a. mentunnargrunninum og granskingarætlanini, samstundis sum hann fer at lata lóg og landaskil valda, tá tað snýr seg um størsta fornminni okkara, Múrin í Kirkjubø, og aftur letur myndugleikan og stovnin á hesum øki málið upp í hendi.


Sosialurin