Tað er heldur sjáldsamt, at kvinnur eru á vøllinum í Premier League, men um vikuskiftið var 25 ára gamla Sian Massey annar av linjuverjunum, tá Liverpool vitjaði Wolverhampton. Richard Keys og Andy Gray, sum eru frásøgumenn hjá SkySports, hildu lítið um tað avgerðina hjá enska fótbóltssambandinum. Teir hildu, at ongin hoyrdi teir, men mikrofonirnar hjá teimum vóru tendraðar, tá samrøðan niðanfyri fór fram undan dystinum:
- Kann onkur fara oman á vøllin og læra hana reglarnar um rangstøðu, er Richard Keys ákærdur fyri at siga.
- Hevði tú trúð tí? Ein kvinnuligur linjuverji. Kvinnur duga ikki regluna um rangstøðu, svaraði Andy Gray eitt sindur seinni.
- Sjálvandi gera tær ikki tað. Eg ivist ikki í, at hon ger eit stórt mistak í dag, og Kenny Dalglish (venjarin hjá Liveprool, blðm.) verður í øðini. Høvdu vit ikki ein kvinnuligan linjuverja herfyri?, svaraði Richard Keys aftur, og vísti til, at ein kvinnuligur linjuverji hevur verið á vøllinum í Premier League í 90´inum.
Hendan samrøðan hevur skapt øsing í enskum miðlum. The Mail on Sunday hevur sett seg í samband við Richard Keys og spurt hann um samrøðuna. Richard Keys segði seg ikki minnast nakað til samrøðuna.
Tá Liverpool legði seg á odda í dystinum, vildu Wolverhampon-leikarnir vera við, at ein Liverpool-leikari var rangstaddur í uppspælinum. Sjónvarpsupptøkurnar vístu tó, at Sian Massey gjørdi púra rætt í ikki at koyra flaggið upp fyri rangstøðu, og vísti har við Richard Keys og Andy Gray, at hon ongar trupulleikar hevur av regluni um rangstøðu.
Fleiri miðlar hava víst sín stuðul til Sian Massey og millum annað enski liðskiparin, Rio Ferdinand, hevur á síni Twitter-síðu skrivað, at hann ongar trupulleikar hevur av at kvinnur døma í Premier League.
Tað var í 2007, at Richard Keys spilti Svangaskarð út, tá hann helt at mikrofonin var sløkt. Tað var undan heimadystinum hjá føroyska landsliðnum ímóti Skotlandi, at Sky Sport verturin segði ov nógv.
- Silly ground, stupid game, f*** off, segði Richard Keys í mikrofonina, ið hann helt verða sløkta.
Hann segði eisini ov nógv, tá Arsenal fyri nøkrum árum síðani spældi móti Barcelona í Champions League.
- Reist teg upp tín tápuligi smádrongur. Tú hevur einki nyttað í tínum tápuligu ljósareyðu fótbóltsskóm ? fullkomuliga hopuleysur, segði hann um avrikið hjá Theo Walcott í dystinum - óvitandi um at mikrofonin var tendrað.
So er spurningurin um Richard Keys hevur lært nakað hesaferð?