Skytte aftur á gamlar gøtur

Tveir av núverandi TB spælarunum vóru eisini á besta liðnum, tá B68 venjarin var á Sevmýri fyri sjey árum síðani

Frank Skytte er í dag aftur á Tvøroyri. Har hevur hann ikki verið í sjey ár, men hann er væl kendur har suðuri, og millum tvørámenn verður hann framvegis roknaður sum ein tann besti og kanska tann besti venjarin, sum teir hava havt. Hann var TB venjari í 1982 og aftur í 1995.
? Eg gleði meg til at hitta fryntligu tvøráfólkini aftur. Men dysturin verður sum allir aðrir. Tað ræður um hjá mær og B68 at fáa so nógv burturúr, sum tað ber til, og tað verður ikki lætt. Undan kappingini varð TB roknað sum upplagdur niðurflytari. Teir vunnu ímóti VB, og tað kann væl fara at vísa seg, at teir fara at útinna tað sama, sum EB/Streymur gjørdi í fjør. EB/Streymur hevur eisini verið roknað sum niðurflytingarevni. At hesi bæði liðini longu hava fingið trý stig sigur mær, at kappingin verður tættari, enn tað kanska hevur verið roknað við, heldur fyrrverandi TB venjarin og núverandi B68 venjarin, Frank Skytte.
Tað var ikki nóg gott ímóti GÍ?
? Avgjørt ikki. Vit spældu væl í ein lítlan hálvan tíma. So tóku teir yvir og sótu á øllum, inntil tíggju minuttir vóru eftir. Skulu vit síggja nakað positivt í hasum, so skal tað vera, at tað eydnaðist at fáa stig, sjálvt um vit ikki høvdu tað uppiborið. Avrikið var ikki nóg gott, og spælararnir vita, at teir skulu vísa meiri á Tvøroyri, sigur Frank Skytte.
B68 skuldi í gjárkvøldið fara suður. Ætlanin var at ferðast um Sandoynna. VB skuldi koma við brunnbáti norður á Sand, og so skuldu toftamenn fara suður aftur við.
Hjá B68 eru somu spælarar tøkir, sum vóru við sunnudagin. Fríðin Ziskason kundi havt spælt við, men hann hevur seinastu dagarnar verið skaddur. Tað er ein vøddi í lærinum, sum er orsøkin til, at hann ikki hevur fingið vant.
Hjá TB er venjarin, Zoran Mancic, sera væl nøgdur, eftir at TB vann trý stig ímóti VB:
? Vit leggja fyri við tveimum dystum á heimavølli. Tí er tað týdningarmikið at fáa stig. Spælararnir vístu sera góðan hugburð ímóti VB. Stríðsviljin var í topp, og vit høvdu so mikið nógvar málmøguleikar, at eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vinna. Men B68 er eitt gott lið, so tað skal leggjast nógv fyri ímóti teimum, um nakað skal spyrjast burturúr.
Hjá TB er alt fólkið, sum spældi ímóti VB, tókt. Millum spælararnar eru Einar Petersen og Andrass Nolsøe, sum eru teir einastu, ið eru eftir frá besta liðnum í 1995, tá Frank Skytte var venjari. Men B68 venjarin sigur seg eisini minnast onkrar aðrar, sum eru á liðnum í dag:
? Eg vandi dreingjaliðið hjá TB í 1995. Tað var týðuligt, at Bárður Dimon og Rasmus Nolsøe høvdu sera góð fótbóltsevni. Nú eru teir á besta liðnum, og eg rokni við, at teir hava møguleika at koma langt sum fótbóltsspælarar, heldur B68 venjarin.