Slóðbrótarar í Leikalund

Tað má sigast at vera tveir slóðbrótarar innan føroyska list og mentan, fólk høvdu høvi at hitta í Leikalund fríggjadagin, tá Zacharias Heinesen lat upp framsýning við nýggjum málningum og Ólavur Rasmussen signeraði bókina Antin ella

Tað var týðiligt, at fólk vóru spent, nú listamaðurin Zacharias Heinesen lat upp framsýning í Leikalund í Klaksvík fríggjadagin. Bæði tí tað efturhondini eru rættiliga nógv ár síðani, verk eftir Zacharis hava verið sýnd fram í Klaksvík, og tí hendan framsýningin vísir nakað av tí allarnýggjasta hjá viðurkenda listamanninum.
Ikki minni spennandi var tað at hoyra Ólavur Rasmussen, prest, greiða frá arbeiðinum við fyrstu føroysku bókini um heimspekingin Søren Kirkegaard.
Slóðbrótarar
Zacharias Heinesen hevur altíð verið ein slóðbrótari innan føroyska myndlist. Hann hevur til dømis ongantíð rættiliga verið ein partur av tí sokallaða myrka rákinum, men hevur hildið seg til tað ljósa  nakað, ið framvegis eyðkennir hannsara nýtslu og val av litbrigdum. Darrandi lívið í viðkvæma ljósinum geva málningunum ein impressionistiskan dám, vit ikki síggja so ofta í føroyskari myndlist.
Slóðbrótandi má tað eisini sigast at vera, at Ólavur Rasmussen, prestur, nú hevur givið út bók um Søren Kierkegaard. Hetta er nevniliga fyrsta føroyska útgávan um kenda danska heimspekingin. Eisini man hetta vera fyrstu ferð yvirhøvur, at Kierkegaard verður settur í eitt føroyskt høpi, har hansara ávirkan á Victor Danielsen og føroyskt trúarlív verður lýst við stórum innliti. Sjálvur heldur Ólavur, at Antin ella er eitt gott stað at byrja at lesa Kierkegaard, tí bókin ikki krevur, at lesarin hevur nakran kunnleika til hansara heimspeki frammanundan.
Og livandi frásøgnin hjá Ólavi um arbeiði við bókini mundi hava gjørt fólk forvitin, tí heilt nógv nýttu høvið at keypa eitt eintak, sum tey eisini fingu signerað hesa løtuna.
Framsýningin hjá Zacharias Heinesen verður at síggja í Leikalund allan desember mánað.