Ovastevna
Ein fyribils uppgerð, sum Strandferðslan hevur gjørt, vísir, at Ritan og Brynhild sigldu við tilsamans 3.508 fólkum um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, nú nólsoyingar í góðveðrinum seinasta vikuskiftið skipaðu fyri ovastevnu.
Hetta tal sigur tó ikki, hvussu nógv fólk vóru á ovastevnu, tí umframt Rituna og Brynhild, sum sigldu fyri Strandferðsluna, sigldu einir tríggir aðrir bátar um fjørðin við fólki.
Aftrat hesum koma so øll tey mongu, sum komu um fjørðin í regatta-bátunum úr Hósvík og øðrum bátum, sum leitaðu út um fjørðin úr ymiskum heraðshornum í góðveðrinum stevnudagarnar.
Strandferðslan flutti tilsamans 572 fólk um fjørðin fríggjadagin, 2.347 leygardagin og 589 sunnudagin.
Á fleiri túrum var Ritan fullfermd, og tá sigldi hon nýggjan beinanvegin, so fólk ikki stóðu og bíðaðu longri enn neyðugt.
Í fjør sigldi Ternan eisini um fjørðin á ovastevnu, men sum skilst, var skipið ikki tókt til sigling á ovastevnu í ár.
Fyrireikararnir av stevnuni fýltust harðliga á, at Strandferðslan avgjørdi at hækka ferðaseðlaprísirnar í sambandi við stevnuna.
Í Nólsoy meta tey, at meira enn 4.000 fólk tilsamans vitjaðu á ovastevnu í ár, sum helst eisini er met.