Sláið nú kalt vatn í blóðið

Eg havi síðan henda samgonga tók við fyri hálvum fjórða ári síðani lagt stóran dent á arbeiðsfrið og gott samgongustev. Og júst hetta hevur verið okkara vørumerki. Men tíverri má eg beint nú ásanna, at hetta als ikki er støðan við nógvu útmeldingunum um val í úrtíð og hóttanum um uppsøgn av samgonguni.

Hetta klæðir okkum ikki sum ábyrgdafullir politikkarar, og hetta er als ikki gagnligt fyri samfelagið sum heild - so vælsignaði, sláið nú kalt vatn í blóðið.

Eg havi saman við Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Kristian Magnussen gjørt avtalu um, at vit vilja virka fyri, at eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá Edmund Joensen um Føroyar sum eitt valdømi verður gjørt. Hetta skal gera, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi fyrst kemur í gildi eftir komandi løgtingsval. Harumframt hava vit eisini avtalað, at vit vilja virka fyri, at galdandi vallóg verður broytt soleiðis, at tingmannatalið til komandi løgtingsval verður økt úr 32 upp í 33, og at hetta eina mandatið kemur Suðurstreymoy til góðar, og somuleiðis at tíðin frá tí, at valið verður útskrivað til valið skal vera, verður stytt úr seks niður í tríggjar vikur.

Latið hesa semju nú koma til eina roynd í løgtinginum. Hetta eiga bæði nei-síðan eins væl og ja-síðan at kunna liva við.

Samgongan hevur enn mong týdningarmikil mál at fremja, so vit mugu hava arbeiðsfrið restina av valskeiðnum. Her hugsi eg serliga um Fíggjarlóg fyri 2008, Eftirlønarskipanina og Bústaðarpakkan, men eisini eina røð av øðrum málum.

Vit hava snøgt sagt ikki brúk fyri panikk-útmeldingum um val í úrtíð ella hóttanir um slit av samgonguni. Latið okkum heldur seta fokus á nógvu góðu málini, vit enn skulu røkka, áðrenn vit enda henda túrin og fara at gera klárt til næsta túr.