At vit ikki hava fingið eitt nýtt sendinet til Kringvarpið, ja tað kunnu vit takka okkara politikarum fyri, men so haldi, eg at teir skulu fáa frið, tí tað sum er farið fram seinastu dagarnir í Sjónvarpinum er til at halda fólkið fyri tann turra spott.
Eg havi sjónvarp, eg havi Televarp og eg havi teldu, so eg havi tríggjar møguleikar fyri at síggja Kringvarpið, men nei tað hevur ikki verið nøkur sending seinastu dagarnir.
Í gjárkvøldið sendi gamli sendarin aftur, so eg setti meg væl til rættis í sofuni kl 19 at hyggja eftir DV, men har var ongin sending. Hvat er hetta fyri nakað, er tað ikki hetta vit gjalda Kringvarpsgjald fyri?
Í morgun rann so yvir, nú var starvsfólk úr SV í útvarpinum og gramdi seg um, at teir ikki vildi gera sendingina, tí teir halda seg verið hildnar til gjøldur. Hvat er hetta fyri nakað møsn? Tit fáa pengar fyri at gera sendingarnar, og tit hava minst tríggjar møguleikar at senda tað út um landið.
Ein av orsøkunum til at teir ikki vildu gera sendingina skuldi eisini vera, at hetta var ein tíðindasending, og um hon ikki varð send í gjár so, vóru tað gomul tíðindi. Sjónvarpið sendir næstan ongantíð fesk tíðindi, ein sjónvarpsrás sum ikki sendir tíðindasending HVØNN dag kann ikki sigast at vera ein seriøs tíðindarás, tað er einasti máti at teir kunnu senda fersk tíðindi.
Hvat kallar sjónvarpið sendingina mánadag, tí tað eru ofta tíðindi frá fríggjadegnum og vikuskiftinum.
Harafturat kemur kringvarpsstýrið við undanførslum um, at teir ikki kunnu senda, tí tað sambært kringvarpslógini ikki er loyvt at senda, tá høvuðssendarin ikki sendir. Hvar stendur hetta??
Tí er mín spurningur til Kringvarpið:
Hví senda tit ikki sjónvarp teir dagar sendarin ikki sendur?
Hví senda tit ikki út til teir í dag knapt 8000 televarps kundarnir, sum eisini síggja Kringvarpið?
Hví senda tit ikki Dagur og Vika á internetinum har størsti partur av fólkinum er hvønn dag?
Nei, nú Televarpið eisini fer at senda TV2, so haldi eg bara, at man skal lata vera við at tendra sjónvarpssendaran aftur, tá tey ikki tíma at gera sendingar til okkum hyggjarar, so kann man eins væl spara pengarnir og brúka teir tit t.d. at bøta um tað annars væl koyrandi Útvarpið.