Sløkkilið syngur í kirkju

Gudstænastan í Christianskirkjuni trettanda kvøld fær forkunnuga vitjan

Trettanda kvøld, sum er fríggjakvøldið, verður gudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20:00. Hanus á Gørðum, prestur, prædikar.

Eitt meiri forkunnugt innslag í gudstænastuni verður, tá ið Manskórið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fer at syngja.

Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum, har Tórur Feilberg Zachariassen, trúboðari, og Jóhan Petur Johannesen, dagligur leiðari hjá felagsskapinum OM, fara at greiða frá missiónsarbeiði.

Hetta kvøldið gongur talvan fyri útimissión, og kirkjan bjóðar drekkamunn.