Slá, um tær vantar orð

   

Eg takki fyri, at Katrin Dahl Jacobsen tók málið um revsirættin hjá foreldrum upp í løgtinginum, og vóni, at løgtingslimir skjótast gjørligt sleppa at avgera, um foreldur framvegis skulu hava rætt at sláa børn síni. Eg seti mítt álit á, at tinglimir til ta tíð hava verjuleysu børnini í huga og atkvøða fyri einari lógarbroyting, sum tryggjar føroyskum børnum somu rættindi, sum børnini í grannalondunum hava.
Slá, um tær vantar orð: Er hetta tað, vit vilja læra børn okkara, skulu tinglimir varðveita revsirættin hjá foreldrum. Og kanska minna á, at tað bert er í lagi at sláa sítt egna barn. Tað er ikki loyvt vaksnum fólki at sláa børnini hjá hinum, síni systkin, mammu sína ella pápa sín, ella onnur vaksin fólk.
Vilja vit hinvegin læra børnini, at maktarsloysi ikki nýtist at føra til harðskap. Læra tey, at tað ber til hjá vaksnum fólki at rúma eina spenta støðu, uttan at tey sláa. Og at foreldur virða síni børn og duga at skilja ímillum teirra gerðir og teirra persón. So skulu tinglimir nýta søguliga møguleikan at tryggja føroyskum børnum vernd móti harðskapi.

Almen uppgáva
Tað er ein almen uppgáva at tryggja børnum móti harðskapi og tí skulu vit ikki aftra okkum ímóti at lóggeva inn í heimið. Vanligu flokkspolitisku argumentini fyri og ímóti persónligum frælsi, kunnu og eiga ikki at vera nýtt her. Málið snýr seg ikki um frælsi ella solidaritet mótvegis øðrum foreldrum. T.d. teimum, sum siga, at tey ikki longur tora at røra síni børn, tí tey eru bangin fyri at verða drigin fyri rættin Tað snýr seg um vernd av sakleysum børnum.
Málið er eitt samfelags-mál. Tí skulu vit heldur ikki aftra okkum at taka trupulleikar við harðskapi í uppalingini upp í almenna tjakinum. Og ikki látast at vera óvitandi um, at tað eru fleiri, sum halda, at ein fleingja ella ein undir vangan hoyrir til vanligt uppdragilsi. Vit skulu ikki smæðast at rætta hondina út og hjálpa fólki, sum ynskja at vita, hvussu tey skulu bera seg at at uppala børn síni, uttan at noyðast at taka til harðskap.
Tað er ongin landaskom ella totalfiasko at leypa framav. Tað gera vit øll, so ella so. Men tað er skom at eygleiða hjálparsloysi. Og ikki hjálpa.
Løgtingslimir kunnu hjálpa. Ikki bert við at seta ein kross við »ja«. Men við - afturat einari lógarbroyting - at seta pening av til upplýsing um, hvussu harðskapur ávirkar børnini, hvagar harðskapurin kemur og hvussu, hann kann basast.

Foreldur ynskja at sýna sínum børnum kærleika
Og at búgva barnið út til vaksnamannalívið, so tað klárar seg væl og hevur tað gott. Ein liður í hesum er at læra barnið at takla tær støður, sum kunnu føra til maktarsloysi. Hetta eru støður, sum vit tíðum koma í. Hvat gera vit, tá møði, manglandi tol og stuttskygni koma yvir okkum: rópa, sláa, telja uppí 10, halda um barnið? Hetta mugu vit vita, tí barnið kopierar okkum, og fer møguliga seinni í lívinum at nýta okkara máta at reagera uppá.
Tí tað hevur tað lært.
Hvussu skal man uppala síni børn uttan at sláa, um man sjálvur hevur lært frá sínum foreldrum, at man slær, tá orðini vanta ella barnið ikki tykist at vilja hoyra?
Tað er júst í hesum, at tað almenna skal koma foreldrum til hjálpar og vísa á, hvussu uppaling uttan harðskap fer fram. Tá er góður møguleiki at bróta óvanan, sum man hevur við sær heimanífrá. Og sum man væl saktans altíð vil royna at forsvara. »Tað var ikki so ringt«, »eg havi ikki tikið skaða av tí« og so framvegis. Nei, tað er møguligt, at tað var ikki so ringt.
Spurningurin er, um tað var neyðugt og rætt at sláa. Og hvønn gagn, tað gjørdi. Søgan hevur lært okkum, at vit menniskju yvirliva tað mest ótrúliga, men í uppalingini av børnunum mugu vit hava hægri felagsnevnara enn, at »tað gekk«. Tað skylda vit børnunum og okkum sjálvum.

Børnini skulu ikki taka yvir
»Børnini skulu ikki taka yvir«, siga nógv. Og foreldur skulu seta mark fyri børnini, tí tað megna tey ikki sjálvi.
Víst skulu vit tað. Men at seta mark fyri børnunum og at sláa tey, eru ikki tvær siður av somu søk.
Mørkini verða sett, so barnið kann kenna seg trygt. So er ikki við harðskapinum. Harðskapur ger barninum ilt, og setir niður á sjálvsvirðið hjá barnin-um. Tá um harðskap ræður, er tað tann, sum slær, ið skal seta sær sjálvum mark. Tað er tann vaksni, sum skal kenna sær hógv, ikki barnið.

Barnið skal vera barn
»Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur«
»Jú, men er tað ikki best at avrokna við kassa 1?«, siga summi. Tað vil siga, at fáa ein undir vangan ella eina fleingju og so er man kvitt, heldur enn at vera útsettur fyri at vera ignorarað/ur ella at vera fyri øðrum sálarligum ákoyringum. Sum eg síggi tað, so er trupul-leikin til staðar, tá vit sum foreldur halda okkum vera noydd at velja ímillum hesar uppalingarhættir.
Eftir mínum tykki er tað ikki spurningur um at velja ímillum »tveir kostir, har hvørgin er mjúkur«, men um at læra seg og barnið, at rúma gerðir, sum ikki av almenninginum vera mettar at vera góður atburður. T.d. at barnið slær eitt annað barn ella blakar seg hysteriskt á gólvið frammanfyri bommhyllina ella at tað blakar ein tallerk á gólv, tí tað ikki orkar at eta meiri.
Mínar royndir eru, at tað er altíð ein skilagóð orsøk til eina gerð hjá einum barni. Og at mín reaktión ofta er tengd at, hvørt eg eri móð ella væl fyri. Troðkað upp í ein krók ella totalt avslappað. Er tað rímuligt at uppala barni eftir hesum leisti? Nei, men tað er veruleikin. Tað minsta, vit kunnu gera, tá so er, er at taka avgerð um ikki at vilja barninum ilt við at nýta harðskap ? sálarligan ella kroppsligan. Børn skilja væl, at man er móður. Tey skilja væl, at tey ikki kunnu fáa alt, tey peika á. Uttan at verða sligin ella eyðmýkt.

Ongin dámar at sláa
Hetta rokni eg við, at vit skjótt kunnu blíva samd um. Tó er tað ein dagligur veruleiki, at føroysk børn verða sligin. Og hetta hevur ikki góða ávirkan á barnið. Tað hevur ikki gott av at verða sligið, og jú, tað kann taka skaða. Um ikki kroppsliga so sálarliga. Sjálvsvirðið hjá barninum ávirkast skeiva vegin av at vera sligið.
Vit hava tørv á strammari loggávu, og mugu liva við einari slíkari, so børnini, sum eru fyri harðskapi, kunnu verjast. Eg seti mítt álit á tinglimirnar og vænti, at tey hava verjuleysu børnini í huga, tá tey - vónandi í komandi tingsetu - atkvøða um lógaruppskotið og tryggja føroyskum børnum somu rættindi, sum børnini í grannalondunum hava.