Brádliga smellur Svend Erik Saxov um inni í einum apoteki í Manchester.
Saman við konu síni og vinmanninum Boða Haraldson, eru tey á ferð í Manchester. Stutt áðrenn Svend Erik Saxov smellur um sigur hann, at hann er svimbul. Hann hevur ikki meir enn sagt tað, so fær hann sera ógvusligar krampar og smellur niður í gólvið. Boði fær akkurát tikið so mikið í Svend Erik, at hann ikki smekkar høvdið í harða marmorgólvið.
Tað byrjar at skúma úr munninum hjá Svend Erik, meðan hann hevur kramparnar. Emmely Saxov, kona Svend Erik, og Boði leggja hann í síðulegu, so skúmið ikki fer í hálsin, og tey rópa eftir hjálp.
Brádliga steðga kramparnir og skúmið úr munninum, eyguni í Sven Erik eru opin, og hann starir beint fram. Boði leggur beinanvegin til merkis, at Sven Erik ikki andar, og leggur hann á ryggin fyri at geva honum fría andarás.
Og tá Svend Erik blívur bláur um andlitið, skundar Boði sær at sláa nevan niður á bringukassan fyri at vita, um hjartað fer í gongd aftur. Tað fer tað!
Læknarnir søgdu aftan á við hann, at hann kundi takka Boða Haraldson fyri slagið, hann gav honum, tí tað átti stóran part í, at hann enn var á lívi. Svend Erik Saxov hevði fingið blóðtøpp í hjartað, sum síðan var farin víðari til lungað.
Boði Haraldson fekk tí heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya fyri hetta góða avrikið innan fyrstuhjálp. Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvýbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er fjúrtanda ferðin at Ársins Fyrstahjálpari verður kosin av Reyða Krossi.