Geir H. Haarde heldur fram sum forsætisráðharri, og íslendski uttanríkisráðharrin er framvegis ein kvinna. Sjálfstæðisflokkurin og Samfylkingin samdust í gjár endaliga um at skipa stjórn í Íslandi.
Í nýggju stjórnini eru 12 ráðharrar, og flokkarnir hava seks í part. Fýra av ráðharrunum eru kvinnur, og av teimum eigur Samfylkingin tríggjar.
Geir H. Haarde úr Sjálfstæðisflokkinum heldur fram sum forsætisráðharri, og nýggjur uttanríkisráðharri er Ingibjörg Sólrún Gísladóttir úr Samfylkingini.