Íslendingar spæla HM-undankappingardyst ímóti Kroatia á Maximir leikvøllinum í Zagreb. Talan verður um annan útidystin hjá íslendingum í hesari undankappingini har eingir áskoðarar verða til staðar. Fyrru ferð var í Kiev í Ukraina, tá íslendingar leiktu javnleik 1-1.
Talan er um eina reina oddauppgerð millum Kroatia og Ísland. Bæði liðini hava sjey stig fyri tríggjar dystir.
Dysturin byrjar klokkan 17, og kann síggjast bæði á 6eren og á RÚV á Televarpinum.
Hóast teir eru skaðaraktir, so er liðskiparin, Aron Gunnarsson kortini vónríkur: - Vit hava verið í hesum leingi, og hvør einasti leikari í hesum hópi veit nágreiniliga hvat krevst av honum. Tað ræður um at geva 100 prosent, og vísa tann vilja og stríðshug, sum venjarin væntar av okkum. Tá verður tað torført fyri okkara mótstøðumenn. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava ein breiðan hóp, har menn eru til reiðar at stríðast fyri at vinna sær eitt pláss á liðnum, og at halda hetta plássið. Hetta er sera jaligt fyri hópin. Vit møta kroatum á útivølli, og vit vita, at tað verður torført. Men málið hjá okkum er at koma higar og fáa okkurt heim við okkum, sigur Aron Gunnarsson við Morgunblaðið.
Aron Gunnarsson hevur stóra virðing fyri Kroatia. Ikki minst fyri Ivan Rakitic hjá FC Barcelona og Luka Modric hjá Real Madrid, sum eru millum allarbestu miðvallarnar í heiminum. - Hetta er ein tann besta miðjan, sum nakað landslið hevur havt nakrantíð. Og vit fara at vísa kroatum tað virðing, sum teir hava uppiborið, men vit fara ikki at geva teimum nakað, tað er okkara greiða mál. Vit mugu verða yvir teimum allan dystin. Men greitt er, at hetta verður ein torførur dystur, undirstrikar Aron Gunnarsson.