Ísland: Øtast um vantandi javnstøðu í Føroyum

– Støðan í Føroyum vísir okkum, at tað ongastaðni má slakast í javnstøðulógini, siga kvinnurnar í íslendska Framsóknarflokkinum

Kvinnurnar í Framsóknarflokkinum í Íslandi hava havt landsfund um vikuskiftið. Hetta er 19. landsfundur hjá kvinnunum í Framsóknarflokkinum, og á skránni hesaferð var millum annað vánaliga kvinnuumboðanin í landsstýri og á Løgtingi í Føroyum.
Fleiri samtyktir vórðu gjørdar á landsfundinum, men evnið snúði seg um støðuna hjá kvinnum í nútíðarsamfelagnum. Ein niðurstøðua snúði seg eisini um at heita á politisku flokkarnar í Føroyum um at taka javnstøðuspurningin í nógv størri álvara við fleiri javnstøðutiltøkum. Og her gjørdu kvinnurnar í Framsóknarflokkinum eisini vart við, at í nýggja Løgtinginum í Føroyum eru bara 24% prosent kvinnur. Í niðurstøðuni frá fundinum stendur millum annað:
»Í nýggju stjórnini í Føroyum fall kvinnuumboðanin úr fýra niður í eina kvinnu. Kvinnur eru helmingurin av fólkinum, og tað eigur at síggjast aftur í kommunustýrum, á tingi og í landsstýri fyri at endurspegla veruleikan. Støðan í Føroyum vísir okkum, at tað ongastaðni má slakast í javnstøðulógini«, verður millum annað staðfest í niðurstøðuni frá landsfundinum hjá kvinnunum í Framsóknarflokkinum í Íslandi.