Ísland til EM!

Dysturin var ein so kallaður ?play-off? dystur um at koma til EM endaspælið. Ísland vann fyrra dystin 2-1 í Íslandi. Dysturin í kvøld hevði alt, gott spæl, fantastisk mál og søguskriving at enda.

 

Ísland legði seg á odda tá 74 minuttir vóru leiktir. Tað var Gylfi Þór Sigurðsson, sum smekkaði til uttanfyri brotssteigin og í kassan. ?Over and out? hugsaðu tey flestu og Ísland ávegis til EM fyri fyrstu ferð. Tað gloymdi onkur bara at fortelja Christopher Maguire. Skotland gav bóltin upp og Maguire smekkaði til frá miðjum vølli. Bólturin fór beina leið uppum íslendska málmannin og í mál til 1-1 ? 53 sekund eftir at island hevði lagt seg á odda.

 

Nú var Skotland bara eitt mál frá at javna samanlang, men skotar høvdu longu gloymt Gylfi Þór Sigurðsson. Fimm minuttir seinni var hann aftur leysur uttanfyri brotssteigin og við einum dreymaskoti sendi hann Ísland til EM.

 

EM endaspælið verður í Danmark komandi ár. Spælt verður í Viborg, Århus, Aalborg og Herning.

 

Skotland U-21 ? Ísland U-21: 1-2(0-0)

0-1 Gylfi Þór Sigurðsson, 74.

1-1 Christopher Maguire, 75.

1-2 Gylfi Þór Sigurðsson

 

Ísland vinnur samanlagt 4-2