Føroyska U21 hevur staðið seg sera væl í ár, men grannanir fyri norðan hava gjørt tað uppaftur betri. Teir eru nú 90 minuttir frá at koma til EM endaspælið ? fyri fyrstu ferð í søguni.
Fyrri dysturin millum liðið var í kvøld í Íslandi. Íslendingar høvdu valt U21 landsliðið fram um A-landsliðið, soleiðis at leikarar, ið høvdu vanlig verið úttiknir til A-landsliðið, men hava aldur til U21 landsliðið vóru á U21 landsliðnum.
Skotland kom á odda um miðjan fyrra hálvleik, men Jóhann Berg Guðmundsson javnaði fyri Ísland fyri hálvleik. Tólv minuttir fyri tíð avgjørdi Almarr Ormarsson til fyrimuns fyri Ísland.
Retur dysturin verður mánakvøldið í Skotlandi.
Ísland-Skotland 2-1
0-1 Jamie Murphy (19.)
1-1 Jóhann Berg Guðmundsson (34.)
2-1 Almarr Ormarsson (78.)
(www.visir.is)