Slangur og 200

Í góðveðrinum í dag var Gunnar Restorff farin ein túr á Gøtusand saman við 5 ára gomlu dóttir síni, Poulina.

 

- Poulina er fyri fyrstu ferð, men hetta er aðru ferð hjá mær, sigur Gunnar.

 

- Eg komi mest fyri at møta fólki, men sjálvandi eisini at lurta eftir tónleiki. Eitt nú var Eivør heilt fantastisk í gjár.

 

Poulina hevur eisini hugnað sær nógv á festivalinum. Hon var til barnatiltakið í morgun.

 

- Tað var ordiliga stuttligt at síggja Kaptein Gardar og hansara livandi slangur, sigur Poulina.

 

- Eg slapp at nema við tær, og eg var slettis ikki bangin.

 

Gunnar heldur at tað besta við festivalinum er at møta fólki. Men ein bólk vil hann tó ikki lata fara ólýddan framvið.

 

- 200 skal eg ið hvussu so er hoyra. Tað gleði eg meg nógv til.