Íslendingar hava 14% hægri inntøkustøði enn føroyingar

- Samanbera vit bruttotjóðarúrtøku føroyinga (BTÚ) við úrtøkuna hjá okkara nærmastu grannum, eru vit nummar "sjokk". Hóast vit hava havt búskaparvøkstur, eru vit framvegis fátækari enn nærmastu grannar okkara, segði Ólavur Gregersen á Offshore-ráðstevnuni

Ráðstevna

Á Offshore-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum seinnapartin týsdagin tosaði, Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland, um nýskapan og hvørjar forðingar eru fyri nýbrotum.
Í síni framløgu tosaði hann eisini um, hvørja "strategi" føroyingar eiga at nýta til tess at vinna fram í nýskapan, gransking og menning.
- Mangan verður ført fram, at føroyski búskapurin er ov einstáttaður, og at okkum vantar "bein" at standa á. Búskaparráðið spyr í síni frágreiðing, hví vit eru so rík ? og kortini ikki eins rík og hini?

Nummar "sjokk"

Hann vísti á, at bruttotjóðarúrtøkan, sum stytt verður BTÚ, er okkara samlaða framleiðsla av vørum og tænastum.
- Vit kunnu eisini rópa hetta inntøkustøðið og rokna hetta tal út fyri hvønn íbúgva. Men um vit samanbera BTÚ í Føroyum við okkara grannalond, eru vit nummar "sjokk".
Ólavur segði, at hóast vit hava havt búskaparvøkstur, eru vit framvegis fátækari enn nærmastu grannarnir.
- Serliga er vert at leggja merki til, at vit eru væl minni produktiv enn eitt nú íslendingar, sum hava 14% hægri inntøkustøði enn føroyingar. Ísland er tað samfelag í heiminum, sum líkist tí føroyska mest. Tí er høgi produktiviteturin í Íslandi ein ábending um, at møguleikar eru fyri at økja um framleiðsluvirðið í Føroyum.
Hann vísti á, at tess meira orka verður sett av til nýskapan, jú skjótari veksur vitanarstøðið og harvið eisini framleiðslustøðið.
- Orðið "nýskapan" er her nýtt í breiðari merking, sum allur aktivitetur, ið hevur til endamáls at finna nýggjar og betri hættir at "gera tingini uppá", sum hann tók til.

Leiðarar og fylgjarar

Ólavur segði, at við tíðini eru vit farin at skilja ímillum tveir bólkar, nevniliga leiðara lond og fylgjara lond.
- Leiðaralondini skumpa tøkniligu frontlinjuna frameftir. Í hesum londum er vøkstur í høvuðsheitum úrslit av tøkniligum frambrotum, sum standast av nýskapan. Fylgjaralondini herma eftir leiðaralondunum og fylgja eftir við at kopiera og tillaga ta tøkni og teir bestu framleiðsluhættirnar, sum verða uppfunnir í leiðaralondunum.
Hann helt, at lítil ivi er um, at skal eitt samfelag verða kappingarført, hava áhaldandi vælferðarvøkstur og trivnaður millum tess borgarar størstan týdning ? og nýskapan í breiðastu merking er lykilin at náa hesum málum.
- Skulu 50.000 føroyingar búgva í Føroyum um 20 ár, skulu vit framleiða annað og við størri inntøku, enn vit gera í dag. Annars tapa vit í kappingini um okkara ungdóm til okkara grannalond.
Men, legði Ólavur aftrat:
- Nýskapan er fyri tað mesta stigvís, sum ber í sær betringar í mun til framleiðsluaktivitet, tænastu, nýtslu, sølubari og annað. Innan matvøruvinnu er talan næstan altíð um stigvísa nýskapan. Fyritøkur, sum koma fyrst á marknaðin við eini vøru, verða róptar veruligir "innovatørar", meðan tær, sum fylgja eftir, verða róptar "imitatørar".

Nýskapan og forðingar

Stjórin í Bitland vísti á nøkur viðurskifti, sum kunnu føra til nýskapan.
Í hesum sambandi nevndi hann 1) óvæntaðir trupulleikar fyri vinnugreinina, eitt nú broyttar kappingarfyriteytir og nýggj umhvørviskrøv, 2) broyting í samansetingini av fólkinum, eitt nú aldursbýti ella búsetingarmynstur, 3) broytingar í útbúgvingum, størvum og samlívsformum, 4) broyttur tørvur og ynskir frá keyparum og 5) búskaparligar og politiskar broytingar ella teknologisk menning.
Hann nevndi eisini nøkur dømi um nýskapan, 1) menning av nýggjum vørum og tænastuveiting, 2) umlegging av framleiðsluskipanum ella administrativar mannagongdir, 3) nýggj tøkni og 4) nýggir marknaðir.
Ólavur helt, at tað serliga eru fýra høvuðsforðingar fyri, at nýskapan kann hava betri gróðrarlíkindi í Føroyum, og í hesum sambandi nevndi hann 1) leiðsla, 2) strategi, 3) hugburður og 4) tilfeingi.
- Tann stóri spurningurin hjá eini leiðslu er, hvussu hon kann skapa eina virkismentan, sum stimbrar starvsfólk til at náa nýggjum málum. Sambært eini kanning av 80.000 leiðarum og 2 miljónum starvsfólkum um allan heim er eitt svar, at leiðslan skal fokusera upp á tað, sum fólk duga best ? og upp á tey starvsfólk, sum duga best.
Hann helt ikki, at henda niðurstøða er so "yvirraskandi"; hon er heldur so sjálvsøgd hjá mongum.
- Men samstundis vísa kanningar, at flestu starvsfólk siga upp orsaka av sínum leiðarum ? og ikki orsaka av fyritøkuni, segði hann.

12 spurningar

Ólavur segði, at nevnda kanning vísti, at tað eru 12 spurningar sum avgera, um starvsfólk gera sítt besta ella ikki. Teir fyrstu seks spurningarnir lýsa sambandið við nærmasta leiðaran og snúgva seg um rættiliga "banal", men tó sera avgerandi viðurskifti. Teir seinnu seks spurningarnir snúgva seg um víðsjónir og virðir, og hvussu starvsfólk kenna seg heima í fyritøkuni.
Og spurningarnir eru hesir: 1) Veit eg, hvat eg skal? 2) Havi eg røtt amboð fyri at arbeiða rætt? 3) Havi eg hvønn dag møguleika fyri at gera tað, eg dugi best? 4) Havi eg fingið rós seinastu dagarnar? 5) Er nakar á arbeiðsplássinum áhugaður í mínum persóni? 6) Er nakar á arbeiðsplássinum sum stimbrar mína menning? 7) Eru mínar meiningar nakað verdar? 8) Fær endamálið hjá fyritøkuni meg til at føla meg týdningarmiklan? 9) Gera mínir samstarvsfelagar dygdararbeiði? 10) Havi eg ein besta vin á arbeiðsplássinum? 11) Hevur nakar seinastu seks mánaðirnar tosa um mín framburð og 12) Havi eg seinasta árið havt møguleika fyri at mennast og læra?
- Teir bestu leiðararnir megna at leiða soleiðis, at svarið til flestu spurningarnar er ja. Men er svarið nei til teir fyrstu seks, so nyttar einki, um tey seinnu viðurskiftini eru á eini leið. Tá vilja starvsfólkini ikki gera sítt besta, og hetta verður ein forðan fyri nýskapanarevnini hjá fyritøkuni, segði hann og vísti á, at leiðarar skuldu dugað betri at sett orð á og at avlisið kenslur og tørvir hjá teirra starvsfólkum. Megnar leiðarin ikki tað, er hetta ein forðan fyri nýskapan.
Men leiðslan skal eisini vera tolin og fokusera upp á tilgongdina ? ella prosessina, hóast hon tekur fleiri ár.
- Soleiðis er tað nú einaferð við nýskapan. Tað tekur tíð at vera kreativur, og tað krevur gott samstarv við góðum trivnaði. Leiðslan skal megna at skapa slíkar umstøður.

Sabotørurin

Ólavur segði, at leiðarin skal megna at skapa eina koalitión.
- Vit kunnu eisini siga, at leiðarin skal fáa starvsfólk at verða sameind. Hetta gerst eitt nú við, at neyðugt tilfeingi er til nýskapan ? peningur og fólk, og at starvsfólkini hava álit á leiðsluni. Bert á henda hátt fæst verulig nýskapan.
Hann vísti á, at samvilji er føroyska orðið fyri "commitment".
- At vilja tað sama ? saman. Leiðslan skal kunna vísa á eina framtíðar støðu, sum fólk halda vera spennandi og ynskilig ? og sum eggjar teimum fram á.
Hann helt, at alt ov ofta eru vantandi víðsjónir ein forðan fyri nýskapan og menning.
- Størstu hóttanina móti leiðsluskipanini í samband við nýskapan, rópa vit sabotørin. Hesin forðar øðrum í at taka felags tøk ? og sabotørur er tann, ið situr sum formligur leiðari á tilfeingi ella resursum.
Ólavur vísti á, hvørji eyðkennini hjá einum sabotøri eru: 1) hann útinnir sína leiðslu uttan initiativ, 2) álit er ikki um hann millum manna, 3) hann hevur ikki innlit í krøvini til leiðslu í felag, 4) hann hevur ikki vilja til at leiða í felag og 5) hann átekur sær ikki persónliga ábyrgd samsvarandi formliga starvinum.
- Ella stutt sagt; ein sabotørur situr á tilfeinginum, men vil ikki brúka tað, segði Ólavur Gregersen á Offshore-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Sosialurin fer at venda aftur til ymiskt av tí, sum stjórin í Bitland segði, men sum vit ikki fingu við hesaferð.