Íslendingar misnøgdir við kvotuskipanina

Fiskivinna: Bara 15 prosent av íslendingunum halda, at kvotuskipanin er tann besti hátturin at stýra fiskiskapinum

Kvotuskipanin, sum stýrir íslendska fiskiskapinum, hevur ongantíð verið væl umtókt, síðani hon kom, og nú vísir ein nýggj kanning, at í dag vilja uppaftur fleiri íslendingar hava skipanina hagar, piparið grør.

 

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at bara 15 prosent av teimum spurdu halda, at verandi kvotuskipan er tann besti hátturin at stýra fiskiskapinum uppá. Tey vóru 18 prosent fyri trimum árum síðani. Hinvegin siga heili 72 prosent, at tey eru ikki nøgd við skipanina. Fyri trimum árum síðani vóru tað 64 prosent, sum høvdu ta áskoðanina. Tey seinastu 13 prosentini eru hvørki nøgd ella ónøgd.

 

Kanska eitt sindur óvæntað er kvotuskipanin betur umtókt millum íslendsku menninar enn millum kvinnurnar. 21 prosent av monnunum siga hana vera í lagi, men tað halda bara 9 prosent av kvinnunum.

 

Sambært Morgunblaðnum vísir Gallup-kanningin eisini, at tað yngra ættarliðið er betur nøgt við kvotuskipanina enn tað eldra.