Íslendsk bók um Eivør ávegis

Í november í ár kemur út bók í Íslandi um Eivør Pálsdóttir. Tað er íslendingurin og Føroyavinurin Jens Guð, ið er biðin at skriva bókina.

Jens Guð hevur í mong ár fylgt føroyskum tónleiki, og hann hevur eisini verið heimildarmaður hjá Sosialinum og Portal.fo í Íslandi. Nú skrivar hann bók um Eivør.

Jens Guð hevur í mong ár skrivað um tónleik og longu í 1983 skrivaði hann bók, Poppbókin, um íslendskakan tónleik. Bókin varð stórliga fagnað. Umframt at skriva um tónleik, hevur hann eisini verið vertur á íslendskum útvarpsstøðum í mong ár. Seinnu árini hevur hann eisini bloggað á netinum, og er hann millum mest lisnu netskrivarar, bloggarar, í Íslandi.

Jens Guð sigur, at tað er forlagið Æskan, ið hevur heitt á hann um at skriva bók um Eivør. Jens Guð er longu byrjaður at skriva bókina, sum ætlandi kemur út í novenber.

Jens Guð hevur lagt dent á, at hetta verður ein bók UM Eivør, og ikki ein bók, ið er grundað á eina langa samrøðu við Eivør.

Á páskum var Jens Guð saman við einum myndamanni í Gøtu, og hitti hann har fleiri fólk, sum hann gjørdi samrøðu við um Eivør, umframt at hann eisini prátaði við Eivør.

- Hóast Eivør heldur tað er heldur fjákut, at bók verður skrivað um hana, so er tað so, at hon enn er ung, og á fyrstu fetunum í stiganum á tónleikaleiðini, og íslendingar vilja fegnir vit alt um Eivør, tí hon er av størstu stjørnum í Íslandi, saman við eittnú Bubba Mortens, sigur Jens Guð.

Jens Guð er – sum nevnt – millum fremstu blogguskrivarar Íslands, og hevur hann eini 30-40.000 vitjandi á síðu síni um mánaðin. Síðan nevnist www.jensgud.blog.is , skuldi onkur havt hug at vitja síðuna.