Íslendska modellskrivstovan Icelandic Models kemur mánadagin til Føroya. Icelandic Models hevur samstarv við mótaskúlan John Casablanca, ið er ein stórur og viðurkendur mótaskúli í USA.
Mánadagin millum kl. 17.00 og 22.00 kunnu áhugað, gentur og dreingir, kvinnur og menn, ringja ella koma á ovaru hædd í Café Natúr at hitta leiðaran í Icelandic Models. Allar dagarnar í næstu viku verður mótaskúli á Café Natúr, har tey, ið hava hug kunnu læra ymiskt, ið hevur beinleiðis samband við modellarbeiði. Talan er ikki bert um mótaskúla. Eisini tað, ið verður kallað sjálvstyrking ella sjálvsmenning, eru á skránni.
Einki krevst av teimum, ið hava hug at vera við. Eisini heilt ung um 12-14 ára gomul hava møguleika at gera seg galdandi.
Modellskrivstovan Icelandic Models er umboð fyri heimskenda The Elite Corporation. Henda fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í New York, og skipar á hvørjum ári fyri kappingini Elite Model Look, sum er ein av kendastu og mest viðurkendu vakurleikakappingunum í heiminum. Heimskendu vakurleikastjørnurnar Cindy Crawford og Naomi Campbell vórðu báðar á sinni uppdagaðar av Elite.
Lokalu kappingini í Íslandi skipar Icelandic Models fyri. Vinnarin síðsta ár var Iris Hrund. Íslendingar klára seg annars væl í kappingini. Síðsta vikuskiftið gjørdist ein íslendsk genta nummar tvey í stórari kapping uttanlands, og tvær íslendskar gentur eru ávegis á altjóða mótapallin, har tær í fyrsta umfari skulu vera við í sjónbandaupptøku hjá bólkinum Guns And Roses.
Vilja fólk vita nærri um Icelandic Models og teirra virksemi ber til at leita á heimasíðuni, ið hevur hesa adressuna www.icelandicmodels.is