Íslendsk ráðharra vitjan

Íslendski ráðharrin í undirvísingar-, granskingar- og mentamálum - Bjørn Bjarnason - vitjar starvsbróður sín í Føroyum, Signar á Brúnni, landsstýrismann í undirvísingar-, granskingar- og mentamálum nú um vikuskiftið. Vitjanin er fyri ein part almenn. Íslendski ráðharrin fer m.a. at greiða frá íslendsku sjálvstýristilgongdini frá fyrst í hesu øld og fram til 1944 í Norðurlanda-húsinum sunnudagin. Eisini fara báðir ráðharranir at undirskriva eina yvirlýsing um samstarv millum bæði londini á undirvísingar-, granskingar- og mentamálaøkinum.

Í síðsta mánað var Signar á Brúnni, landsstýrismaður í Íslandi og vitjaði m.a. Bjørn Bjarnason, ráðharra. Á hesari vitjan bjóðaði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, Bjørn Bjarnason, ráðharra á vitjan í Føroyum. Bjørn Bjarnason tók av og var skjótur, tí longu nú leygardagin koma Bjørn Bjarnason og kona hansara á vitjan í Føroyum.

Vitjað verður ymisa staðni, m.a. í Kirkjubø, Listaskálanum og á skúlum. Tað sum kanska serliga hevur áhuga í sambandi við hesari vitjan er, at Bjørn Bjarnason fer at halda ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, sunnudagin tann 20. september 1998, kl. 15.00. Í hesum fyrilestri fer Bjørn Bjarnason at kasta ljós á sjálvsstýrisstríð íslendinga, frá byrjanini av 1900 øld til lýðveldið varð sett á stovn í 1944. Lýstar verða einstakar hendingar úr søguni. Litið verður á stóra lut Jón Sigurðssonar í sjálvsstýrisstríðnum.

At enda verður nomið við hvørjar niðurstøður kunnu verða drignar av hesum stríði. Fyrilesturin hevur heitið: Brot úr sjálvsstýrisstríði Íslendinga. Fyrilesturin er almennur.

Ætlanin er eisini í hesum sambandi, at ráðharrarnir skulu undirskriva eina yvirlýsing um samstarv millum báðar ráðharrastovurnar - Menntamálaráðuneytið í Íslandi og Undirvísingar- og Mentamálastýrið í Føroyum. Samstarvið fer ætlandi at fevna vítt, soleiðis at øll økini undir báðum ráðharrastovunum - undirvísing, gransking og mentan - fer at fáa munandi víðkaðar samstarvsmøguleikar.