Íslendsk sendistova á donsku ambasaduni í Havn

Helgi Abrahamsen

Eitt øðiligt kjak tók seg upp, nú tað gjørdist greitt, at Føroyar fáa egna sendistovu í Reykjavík. Loysingarskribentarnir vóru í øðini, tá teir frættu, at føroyska og danska sendistovan skuldu halda til undir sama taki. Tílíkt má jú ikki henda. Tá ger tað minni, um talan er um onkra aðra sendistovu – tað má bara ikki vera tann danska.
Seinni kom fram, at hetta við at húsast í kjallaranum á donsku sendistovuni var ein íspunnin søga, og tí vóru kanónirnar snaraðar ímóti flaggstongini uttan fyri sendistovuna, tí har skuldi danska flaggið veittra. Og so varð aftur eldur í skálanum.

Fyrimunir og vansar
Nú er tað soleiðis, at líkamikið um vit vilja tað ella ikki, so eru Føroyar partur av danska ríkinum. Hetta gevur okkum nógvar fyrimunir, men eisini nakrar vansar. Hin møguleikin er fullveldi, sum uttan iva eisini gevur bæði fyrimunir og vansar.
Hvør av hesum møguleikunum gevur fleiri fyrimunur, og hvør gevur fleiri vansar, eru vit ikki øll á einum máli um. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at ríkisfelagsskapurin er nógv tann betra loysnin, men eg veit sjálvsagt, at tað eru onnur sum meina nakað annað.

Vit hava frítt val
Ein avleiðing av at vera í ríkisfelagsskapinum er, at vit hava ikki okkara egna uttanríkispolitikk. Tað er hetta sum forðar okkum í at hava sjálvstøðugar sendistovur undir føroyskum flaggi. Men Loysingarflokkarnir kunnu saktans stovna sjálvstøðugar føroyskar sendistovur, hvar tað skal vera, um tað er tað, teir vilja. Tað krevur bara, at teir loysa Føroyar úr danska ríkinum og gjalda tað, sum loysingin kostar. Tann møguleikan høvdu teir øll árini frá 1998 til 2003, tá teir høvdu meiriluta á Føroya Løgtingi, og hesin møguleikin varð eisini royndur í ólukkumát. Men teir góvust á hálvari leið, tí teir varnaðust, at vansarnir gjørdust ov nógvir og fyrimunirnir ov fáir. Teir vildu hava fyrimunirnar, men ræddust vansarnar. Tí bakkaðu teir út og sita nú og grenja um vansarnar av at vera í ríkisfelagsskapinum. Hví loystu teir so ikki, tá teir høvdu møguleikan?
Tað vóru ikki sambandsfólk sum noktaðu teymum at loysa, tí tað høvdu vit ikki mandat til. Nei tað vóru teir sjálvir, sum ræddust sítt egna barn, og tann sum ikki torir at loysa, av ótta fyri avleiðingunum, má finna seg í at vera í ríkisfelagssakpinum – við teimum fyrimunum og vansum, sum tað hevur við sær.

Íslandsk sendistova í Havn
Meðan fullveldisføroyingar soleiðis øsa seg upp av tíðindunum um, at føroyski sendimaðurin í Reykjavík skal vera kjallarabúgvi á donsku sendistovuni har, so lata íslendingar upp eina sendistovu í Havn. Hon skal húsast í teirri aggomlu “Fútastovu”, sum er gamli bústaðurin hjá einum donskum fúta, donskum sorinskrivara og donskum handilsforvaltara í Føroyum. Henda fornaldarliga danska “sendistova” í Føroyum er eftir øllum at døma eitt ríkiliga gott tilhaldsstað hjá sendimanninum fyri fullveldisríkið Ísland. – Eg meini so við – fyrimunir og vansar...