Í gjár yvirtók íslendska stjórnin tveir av trimum teimum størstu bankunum í Íslandi, Landsbankin og Glitnir. Í dag hendi so tað, at eisini størsti bankin í landinum, Kaupthing Banki, hoyknaði undir altjóða fíggjarkreppuni og varð yvirtikin av íslendska fíggjareftirlitinum.
Hetta hendi hóast bankin hevði fyrireikað seg upp á kreppuna, og hevði minkað um virksemið í Íslandi.
Kaupthing hevði gjøgnum longri tíð fyrireikað seg til niðurgongd í fíggjarmarknaðunum, serliga í Íslandi, eftir at tað gjørdist greitt, at íslendska krónan gjøgnum fleiri ár hevur verið ov sterk, sigur forstjórin í Kaupthing, Sigurður Einarsson við Børsen.
Hann sigur, at kreppan á fíggjarmarknaðunum førdi við sær, at álitið millum bankar hvarv. Harvið gjørdist alt verri at lána pening millum bankarnar, sum eisini tóku framman undan givnar tilsøgnir um kreditt aftur.
Tá tað gjørdist greitt, at triðstørsti bankin í Íslandi, Glitnir Bank, var í trupulleikum, og at íslendska stjórnin ætlaði at yvirtaka 75% av aktivunum í bankanum, útloysti tað eina ketureaktión, sum eingin megnaði at steðga.
Ávirkar ikki føroyingar
Tað er væl kent, at íslendskir bankar fíggja fyritøkur í Føroyum, og tí er áhugavert at vita, hvussu kollapsið í íslendska búskapinum ávirkar her heima hjá okkum.
Men Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, sigur, at føroysku fyritøkurnar neyvan hava nakað at óttast.
- Fyritøkur í Føroyum, sum hava lán í íslendskum bankum, hava tað kanska ikki so lætt, men eg trúgvi einki upp á, at bankarnir fara at krevja lánini útgoldin við brestin. Tað hevði merkt, at fyritøkurnar máttu seljast – helst fyri ein undirprís – og so missa bankarnir virði, og tað eru teir neyvan áhugaðir í, sigur Sigurd Poulsen.
Hann sigur, at burtursæð frá, at vit og íslendingar í stóran mun framleiða somu vøru, so er samskiftið millum tjóðirnar annars ikki so stórt.
Landsbankastjórin væntar sostatt, at hóast fíggjarkreppuna í Íslandi og yvirtøkuna hjá íslendsku stjórnini av bankunum, so liggur áhugin hjá teimum framvegis í at varðveita tey virðir, sum teir fíggja – eisini í Føroyum.
So alt í alt fer íslendska fíggjarkreppan ikki at ávirka føroyingar í serligan mun.