Í hesum Corona-døgum vigar ítróttur og tað ítróttarliga ógvuliga lítið.
Íslendska kurvabóltssambandið, ið er millum størstu ítróttarsambond í Íslandi hevur valt at taka heilsulig og menniskjalig atlit framum ítróttarlig atlit, og hava tey í KKÍ valt at niðurleggja kappingarnar í kurvabólti, og hava tey í KKÍ samstundis valt at staðfesta meistararnar hjá kvinnum og monnum í íslendskum kurvabólti, kappingarárið 2019-2020.
Verandi oddalið í bestu íslendsku kurvabóltsdeildunum, Valur hjá kvinnum og Stjörnan hjá monnum eru staðfestir meistarar í íslendskum kurvabólti 2019-2020, og eingin kappingardystur í íslendskum kurvabólti verður aftur fyrrenn komandi heyst.
Tó er eingin meistari staðfestur í teimum yngru deildunum hjá kvinnum og monnum. Allar ungdómskappingarnar verða strikaðar, og har verður eingin meistari staðfestur.
KKÍ sigur í tíðindaskrivi til íslendskar miðlar, at íslendsku tjóðin má standa saman í hesum sváru døgum, og KKÍ vil á hendan hátt gera sítt, um enn ikki nakað fordømi er um slíka avgerð í íslendskari ítróttarsøgu.