Íslendski forsetin vitjaði musikkskúlan í Sørvági

Í dag komu íslendski forsetin og konan til Føroya. Fyrsti steðgurin var í Sørvági.

Í dag kom íslendski forsetin, Guðni T. Jóhanneson og forsetafrú Eliza Jean Reid til Føroya. Tey fara avstað aftur fríggjadagin.

 

Seinnapartin lendi flogfarið við teimum báðum vesturi í Vágum. At taka ímóti teimum stóðu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol, Aimé Jacobsen, borgarstjórin í Sørvági  og Heini Davidsen, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Lene Moyell Johansen, virkandi ríkisumboð, Petur Petersen, sendiharri Føroya til Íslands, Benedikt Jónsson, sendiharri Íslands til Danmarkar, Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands til Føroya og Jákup Sverri Kass, flogvallarstjóri.

 

Síðani var koyrt oman á musikkskúlan í Sørvági, har Eirikur Skála, musikkskúlaleiðari, tók ímóti gestunum. Løgmaður og forsetin høvdu ein fund á skúlanum, meðan forsetafrúan, løgmansfrúan og borgarstjórin við maka vitjaðu Gásadal. 

 

Afturkomin til musikkskúlan spældu lokala ungdómsharmoniorkestrið og ein kvartett nøkur løg fyri forsetahjúnunum. Seinni vitjaðu tey Sørvágs kirkju, Hiddenfjord og Krígssavnið. 

 

Í kvøld er borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, við maka, vertur við døgurða í Pakkhúsinum í Bø. Bygdaráðið við makum luttekur til døgurðan.

 

Í morgin fer Guðni T. Jóhannesson at halda ein fyrilestur á Setrinum og annars hava fund við fólk á Setrinum, millum annað rektaran, Sigurð í Jákupsstovu.

 

Mikudagin verður vitjað ymsa staðni í Havnini, tá Tórshavnar kommuna er vertur fyri vitjanini, og hósdagin gongur leiðin inn í Eysturoynna og norður til Klaksvíkar.

 

Ísak Z. Laksáfoss hevur gjørt upptøkurnar frá komu forsetans til Føroya og til musikkskúlan í Sørvági.