Samgongan hevur nú slept ætlanini um at hækka avgjøldini á bensini og olju. Tað váttar Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Fyri jól legði Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, annars uppskot fyri Løgtingið um at hækka avgjaldið á diesel og Bensini, 13 oyru liturin. Hetta var ein partur av samferðslupakkanum, sum samgongan skuldi leggja fyri løgtingið. Har vóru fleiri uppskot uppií, eitt nú um at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin.
Men landsstýrismaðurin hevði ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum og tað vísti seg eisini, at tað var alt annað enn semja um tað. Tí hava málini ligið í nevnd líka síðani. Men Erhard Joensen, sigur, at hesa vikuna verður ein lítil av partur av samferðslupakkanum avgreiddur. Og tað er uppskotið um at hækka avgjaldið av bensini og á diesel 13 oyru liturin. Men Erhard Joensen sigur, at málið verður avgreitt soleiðis, at avgjøldini verða ikki hækkað, og sostatt fer Løgtingið í hvussu so er ikki at samtykkja tann partin av samferðslupakkanum.
Erhard Joensen sigur, at orsøkin til, at hækkingin er slept, er, at hesa seinastu tíðina eru prísirnir á olju og bensini farnir til himmals, og landskassin hevur langt síðani fingið nógv meiri inntøkur av hesum hækkingum enn avgjaldshækkingin annars evði givið í inntøkum.
Tí er tað eingin meining í at hækka avgjøldini, sigur hann. Annars verður restin av samferðslupakkanum ikki avgreiddur enn, tí formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at samgongan fer at taka viðgerðina upp aftur í heyst.
Tað merkir so eisini, at tað verður í hvussu so er ikki fyribils, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin - og yvirhøvur er stór ósemja um tað skal ókeypis, ella ikki - og tað er eitt av málunum, samgongan fer at viðgera í heyst.