Tórshavnar Kommuna hevur júst samtykt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at til ber at byggja nýggja kirkju við Sandá á Argjum. Men tað var við minst møguliga meirluta, sjey ímóti seks. Tey, sum atkvøddu ímóti at broyta byggisamtyktina vóru:
Rúni Djurhuss
Elin Lindenskov
Halla Samuelsen
Jógvan Arge
Marin Katrina Frýdal
Levi Mørk
Tey, sum atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina vóru:
Jan Christiansen
Heðin Mortensen
Bogi Andreasen
Jákup Símun Simonsen
Annfinn Brekkstein
Inga Dahl
Vagnur Johannesen
Eini 30 argjafólk, sum eru ímóti kirkjubygging við Sandá, vóru á fundinum við skeltum og mótmæltu.