Sleppa Bárður og Johan at stoyta Sambandið niður í Fólkafloksleypin?

Ófrættatíðindi vóru at lesa frá Bárði Nielsen í kvøld. Hann var jú landsstýrismaður í fíggjarmálum 2004-07. So mynstraði hann knappliga av, tí hann hevði fingið eitt betri jobb enn at verða fíggjarmálaráðharri í Føroyum: hann skuldi nú verða stjóri í einum íslendskum-føroyskum fantasiprojekti, sum kallaðist Stjóratjørn, har hann sat við tómum skriviborði í nøkur ár - til tann sápubløðran brast sum allar hinar, ið koyrdu íslendsku tjóðina á heysin.
Nú Bárður ger come-back, er hansara høvuðsboðskapur, at vit skulu “tiðna blokkin” fyri at klóra einar 200 mió.kr. árliga aftrat til okkum frá donskum skattgjaldarum (sum annars hava eitt hall í teirra landskassa, sum pr. íbúgva er áleið dupult so stórt sum okkara). Hetta er sjálvsagt umframt árligu ríkisveitingina uppá 615 mió. kr.
At “tiðna blokkin”, tvs at hann aftur skal prístalsregulerast sum aðrar forsorgarveitingar, kann tó bert geva 6-12 mió. um árið (1-2% av 615 mió.). Men Bárður roknar soleiðis, at “tiðningin” av blokkinum skal gerast við afturvirkandi kraft, 9 ár aftur í tíðina. Tvs. eitt beinleiðis brot við ta politisku avtalu, sum nú á 9. árið er galdandi millum Føroya landsstýrið og donsku stjórnina. Sum tí sjálvsagt eisini hevur verið galdandi øll árini 2004 til 2011, tá Sambandið átti landsstýrismannin í fíggjarmálum í 4 ár og løgmann í stívliga 3 ár.
Minnist til, at Sambandið í 2008 undirskrivaði eitt samgonguskjal við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin – eftir kravi frá Fólkaflokkinum - um at SKERJA blokkin eftir einum ávísum leisti, sum táverandi fíggjarmálaráðharri hjá Sambandinum, Magni Laksafoss, hevði konstruerað. At hetta kortini ikki bleiv gjørt, syrgdi okkara landsstýrismaður í fíggjarmálum tey árini, Jóannes Eidesgaard, fyri.
Eg havi sitið í landsstýri við Sambandinum í 6 av hesum árum, og Aksel eftir meg. ONGIN sambandsmaður, hvørki løgmaður ella nakar av hinum, hevur nakrantíð reist hetta ynski í landsstýrinum, um at broyta avtaluna við donsku stjórnina um blokkin. At tey nú koma við tí í valstríðnum, er tí tað reina bluff. Sambandsfólk hava skrivað rúgvuvís av vandaleysum lesarabrøvum, men ALDRIN reist málið á politiskum stigi, tí tey vita, at tað hevur ongan kjans, hvørki á Fólkatingi ella á Løgtingi. Men tað er gott valagn.
So nú koma vit til ófrættatíðindini hjá Bárði Nielsen. Hann og Johan Dahl briksla Javnaðarflokkinum, at vit ikki hoppa uppá hetta valbluffið hjá teimum. Og tí fer Bárður nú út við boðskapinum:
“Nú er spurningurin, um Sambandsflokkurin í grundini hóskar saman við Javnaðarflokkinum í eini samgongu eftir valið....Spurningurin er, um Sambandsflokkurin nú eigur at umhugsa aðrar – liberalar – møguleikar”.
Bárður dyrgir sostatt eftir at slíta samstarvið millum báðar samríkisflokkarnar, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Og í staðin skal Sambandið fara eftir eini “liberalari” samgongu, tvs. við tann borgarliga fullveldisflokkin Fólkaflokkin og so eitt liberalt loysingarklípi aftrat, sum t.d. Sjálvstýri.
Taka tit sambandsveljarar undir við hesum, at Sambandið kvettir samstarvið við einasta flokkin, sum eisini heilhugaður tekur undir ríkisfelagsskapinum – tí tað hevur tendrað ljósið í eygunum á Bárði og Johan, at seinastu veljarakanningar kunnu geva vónir um eina Samband-Fólkafloks samgongu?
Vit hava ein almennan valdyst eftir, enntá í Vestmanna. Tá fari eg at krevja greitt svar frá Sambandsflokkinum.