Sligin og sparkaður

Løgreglutíðindi

Fríggjadagin vórðu tveir mans farnir til hendur í Klaksvík. Har var annar sligin og sparkaður, og annars fingið onkrar smásnuddir. Og leygarnáttina var vátt komið í reiðrið ímillum tveir aðrar, har annar so er vorðin skallaður og hevur brotið nøsina.
Annars hevur verið friðarligt í Klaksvík um vikuskiftið. Fleiri paragraff 13 kanningar hava verið gjørdar, og higartil vísir tað seg, at bilarnir eru í góðum standi, verður sagt av politistøðini í Klaksvík.