Fyrrakvøldið handtók løgreglan ein mann, sum varð skuldsettur fyri grovan harðskap.
Hendingin fór fram í Steinatúni í Havn.
Alt byrjaði seinnapartin fríggjadagin, tá løgreglan var farin í Steinatún at leita eftir einum manni í samband við eitt ávíst mál.
Meðan løgreglan var í Steinatúni, fór ein maður at rópa ókvæmisorð eftir løgreglufólkunum.
Hetta vildi løgreglan ikki hava á sær sita, og maðurin fekk 1500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Um 22-tíðina sama kvøld - altso fríggjakvøldið - var aftur ófriður í Steinatúni.
Nú vísti tað seg, sigur løgreglan, at sami maður, sum fyrr um dagin hevði rópt ókvæmisorð eftir løgregluni, aftur var uppi í.
Hesaferð hevði hann barst við ein annan mann, og í bardaganum hevði hann sparkað mannin í høvdið, meðan hesin lá niðri.
- Harafturat hevði hann sligið mannin so hart við einari fløsku at fløskan brotnaði, visti vaktleiðarin at siga gjáramorgunin.
Eftir hendingina fríggjakvøldið varð maðurin handtikin, settur í brummuna og skuldsettur fyri harðskap.











