Liðið hjá Stefani Radosavljevic í bestu írsku fótbóltsdeildini, Sligo Rovers tók í kvøld móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnar Nattestad, Dundalk á heimavølli.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Týski áleyparin, Fabrice Hartmann legði Sligo á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Dundalk til 1-1.
Stefan slapp á vøllin tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Sligo er nummar sjey í deildini við 13 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Shelbourne sum hevur 21 stig.
Longu mánakvøldið er aftur dystur. Tá tekur Sligo móti Galway á heimavølli.