Sligo Rovers tapti á útivølli

Lukkutíð fyri Stefan Radosavljevic og liðfelagarnar tapti nærmasta kappingarneytin, Cork City eisini sín dyst

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo taptu í kvøld 1-3 fyri Bohemians í dysti á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Bohemians kom á odda 1-0 tá 56 minuttir vóru leiktir, og 28 minuttir seinni høvdu teir økt til 3-0.

 

Tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Pedro Martelo hjá Sligo um munin við einum brotssparki.

 

Sligo Rovers er triðaftast í deildini við 36 stigum.

 

Stefan kom á vølli tá 68 minuttir vóru leiktir. 

 

Lukkutíð fyri Sligo tapti nærmasti kappingarneytin, Cork City 0-1 fyri St. Patrick´s á útivølli. 

 

Cork City er næstaftast við 27 stigum, níggju stig aftanfyri Sligo nú bert fýra umfør eru eftir at leika. Sligo hevur eisini nógv betri málmun enn Cork City, so Stefan og liðfelagarnir burdu klárað frísak nú bert fýra umfør eru eftir í kappingini. 

 

Komandi dystur hjá Sligo verður á heimavølli 20. oktober. Tá kemur Dundalk á vitjan.