Sligo Rovers tapti í seinastu aðalroyndini

Liðið hjá Stefani Radosavljevic spældi leygardagin seinasta venjingardystin undan kappingarbyrjanini

Leygardagin spældi liðið hjá Stefani Radosavljevic, Sligo Rovers móti Finn Harps á útivølli í tí seinasta venjingardystinum undan kappingarbyrjanini í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Aðalroyndini tapti Sligo Rovers 1-2. 

 

Wilson Waweru legði Sligo á odda tá bert átta minuttir vóru leiktir av dystinum. Men 20 minuttir seinni hevði Finn Harps lagt seg á odda 2-1, og so vóru ikki fleiri mál skotin í dystinum.

 

Stefan kom á vøllin fyri Sligo tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Fyrsti dysturin hjá Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini verður leiktur komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 móti Bohemians á útivølli.