Slóðbrótandi uppskot um arbeiðstíð verður lagt fyri Løgtingið í heyst

Einir 30 minuttir um dagin fara at gera stóran mun, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum

Eina ferð í heyst fer Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

 

Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðaflokkinum, og løgmaður, á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í morgun.

 

Sjálvur er Aksel V. Johannesen sannførdur um, at hetta er eitt av teimum politisku málunum, sum fer at hava størsta ávirkan á okkara gerandisdag – og tað er júst gerandisdagin, vit vilja betra um.

Pápar brenna út. Mammur brenna út og at fáa frí í 30 minuttir fyrr hvønn dag, er nakað, sum munar, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Og hann sigur, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, er í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at stytta arbeiðsvikuna og hevur hon sett sær fyri at uppskot verður lagt fyri løgtingið í heyst.

 

Tað hevur verið ført fram, at vit verða minni kappingarfør, verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Hetta verður ført fram við teirri grundgeving, at tá ið fólk arbeiða minni, ella fáa yvirtíðarløn skjótari, loysir tað seg ikki at framleiða vørur og tænastur sammett við onnur lond

 

 

 

Hetta er ein myta, sigur Aksel V. Johannesen.

 

– Tað eru ikki lág løn og langir arbeiðsdagar, sum gera okkum effektiv á arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.

 

Hann sigur, at hyggja vit at okkara grannalondum, er arbeiðsvikan langt síðani stytt. Og framvegis eru grannalondini hjá okkum tey londini, ið hava størstu framleiðslu fyri hvønn borgara í heiminum.

 

Hyggja vit hinvegin til lond, har arbeiðsvikan er long og lønin lág, síggja vit ikki búskapir í vøkstri.

 

Latið okkum til dømis hyggja til Meksiko. Har er miðallønin umleið ein fjórðing av tí, hon er í Føroyum. Og í Meksiko arbeiðir tú væl longri arbeiðsdagar, enn tú gert í Føroyum.

Bruttotjóðarúrtøkan fyri hvøt fólk í Føroyun er sjey ferðir størri enn tað er í Meksiko, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

– Orsøkin til at Føroyar, og onnur norðurlond, eru so væl fyri búskaparliga, er nettupp at vit hava væl skipað samfeløg við sterkum almennum skipanum, høgum lønum, høgum skatti at reka vælferðartænastur við, og nógvari frítíð, ið fær fólk at trívast.

 

– Gjógvin millum rík og fátøk er minni. Flest øll í arbeiðsførum aldri arbeiða, men arbeiða ikki líka langar dagar sum í eitt nú í Meksiko.

 

Eisini eitt lønarlyft til tey lágløntu í umsorganarstørvum fyri at bøta um trotið á starvsfólkum. Samstundis verður arbeitt við einum munandi skattalættar til til lág- og meðallønt, sum skal koma í gildi 1. januar komandi ár.