Av politiskum rørslum er javnaðarrørslan ein tann yngsta sum komin er higar til lands. Henda rørsla kann ikki sigast, at vera tað ein kallar »super føroysk«, nei hon stingur seg upp har arbeiðarafjøldin kennir sviðan av fámannaveldinum, sum til allar tíðir hevur skapt ein sosialan ójavna, har tey fáu hava í yvirflóð, meðan fjøldin hevur ligið neyð. At henda rørsla kom at seta sín dám í mongum londum - serstakliga í norðanlondum - er eyðsæð, og tó hon kom eisini til okkara.
Fótin fastan
Millum teir fyrstu føroyingar sum blivu hugtiknir av hesi rørslu, vóru Jóan Petur Davidsen og M. S. Viðstein. Vit hava hitt teir máli, at fregnast eitt sindur um tað fyrstu tíðina henda rørsla fekk fótin fastan her í Føroyum.
- Hvussu komst tú á fyrsta sinni í samband við javnaðarrørsluna og hví við javnaðarflokkin? og svarar Jóan Petur:
- Á 18 ára aldri fór eg til Danmarkar at arbeiða - til Fredericia. Her kom eg saman við Johs. Dalsgaard, ættaður úr Skálavík. Hann var ein aktivur javnaðarmaður. Á henda hátt kom eg í samband við nógvar av oddamonnum javnaðarfloksins, og sjálvandi var mær skjótt greitt, fyri hvønn og hvørjar hesin flokkur arbeiddi. Á byrja við »niðri«, sá eg nakað í hinum radikala flokkinum, men, sum sagt, teir høvdu ikki tey boð til fólk, sum javnaðarflokkurin hevði. Eisini høvdu danir eina stóra hjálp í teimum skrivandi monnunum, sum bæði í talu og skrift vístu á teir skeivleikar, sum vóru millum stættirnar í landinum. Ein kann bert hava í huga bøkurnar hjá Nexø, har hann greiðir frá samfelagslívinum, um teir sosialu ójavnar, har fjøldin bert skuldi siga takk fyri, tað sum tey ríku »allernådigst« untu teimum.
Eisini Aakjærs eggjandi sangir, sum líkasum settu lív í rættvísiskrøv arbeiðaranna.
Eisini fylgdu vit væl við rundan um okkum, komu skjótt í samband við javnaðarflokkin í Svøríki og fingu frá teimum bøkur og bløð.
Sosialisman eisini boð til føroyingar
- Hvørji boð hevði henda rørsla til Føroyingar, og heldur Jóan Petur áfram.
- Jú, boðini eru tey somu sum sosialisman hevur til ein, antin ein er føroyingur ella dani.
Ein visti jú, hvussu út av lagi ring arbeiðsmannalønin var, og eisini bústaðarviðurskiftini vóru sera vánalig. Hesir báðir tættir vóru ógvuliga frammalaga tá sum nú.
Politisk - fakfelagslig
- Komu so tit fyrst í samband við javnaðarrørsluna politiskt ella var tað fakfelagsliga?
- Tað fyrsta sambandið var við flokkin, men fyri í heila tikið at føra javnaðarpolitikk krevst, at man hevur góð fakfeløg. Sostatt er bæði tað politiska og tað fakfelagsliga, so ógvuliga nær knýtt til hvørt annað, um eitt gott úrslit skal fáast.
- Var so tað fyrsta í Føroyum stovnan av einum arbeiðsmannafelag?
- Nei, tað bleiv stovnað eitt sindur seinni, tí tað gekk eitt sindur striltið at gera fólki greitt týdningin av einum slíkum felag. Deils var tað óttin fyri arbeiðsgevarum, at fólk kom at missa síni arbeiðspláss. Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðararnir blivnir so »forbrendir« at teir sjálvir fóru at krevja løn.
SUF stovnað 1912
- Hvat gjørdu tit so?
- Jú, tað var stovnan av einum politiskum ungmannafelagi Sosialistiskt Ungdomsforbund SUF.
Hetta greiðir M. S. Viðstein soleiðis frá:
- Sosialistiskt Ungdómsforbund varð stovnað í 1912. Felagið var skipað sum tjakfelag. Innivist fingu vit í gomlu prentsmiðjuni hjá Tingakrossi (Fram). Møguleikar okkara at fáa innivist vóru ógvuliga vánaligir. Vit vóru noyddir at flyta úr stað í stað. - Men vit fingu tó eitthvørt av skafti. Umframt at arbeiða í lesiringum, høvdu vit nógvar fundir. Eg minnist serliga tveir stórar fundir vit høvdu. Annar var fundurin á Gøtueiði. Nógv fólk vóru møtt. Jóan Petur var ein av talarunum.
Sosialistar og borgarligir bresta saman
Hesin fundur mundi helst vera fyrsti almenni samanbrestur fyri almennari hugsan millum sosialistar og borgarligar. »Dimmalætting« og »Krossur« høvdu viðmerkingar til fundin.
»Dimma« skrivaði: »I byen eksisterer en sosialistisk forening« - - og »Krossur« helt hánt um, at SUF skuldi takast við evni, sum ikki beinleiðis kom okkum við. Í okkara heimapolitikki, so sum hernaðarspurningurin.
Her kann viðmerkjast, at fleiri av okkum bóru svenska hernaðarmótmælismerkið - ta brotnu byrsuna.
Dimma dimmilin
Ernst Christiansen, sum tá vrmaður í DSU - Danmarks Socialdemokratiske Ungdom - viðmerkti til orð Dimmalættingar og »Krossins« í brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa føroyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi ið merkti dimmelim. Til »Krossin« svaraði hann, at um allir kundu taka undir við »Krossi« segði hann bert »lykkelige lande«.
Hin fundin høvdu vit saman við motorpassarunum. Hann var í 1915. Orsøkin til fundin var, at teir vóru í verkfalli og fyri best at gera vart við teirra krøv var fundurin havdur.
Eisini gjørdu vit fleiri útferðir, sum savnaðu hóp av ungfólki. Til hesar hevði Diaba í Funningsstovu gjørt felagsmerki. Reytt merki við hvítum stavum SUF á. Hann var annars altíð fúsur tá nakað var á vási í felagnum.
Av øðrum serliga aktivum felagslimum, kann eg nevna Kristin í Geil. Hann var altíð beinasamur, tá heitt varð á hann. Hann gjørdist seinni fyrsti skrivari í arbeiðsmannafelagnum í Havn.
3 reyðar bíbliur
Einaferð var komi út í orð, at SUF nýtti 3 reyðar bíbliur, og vísti fólk sjálvsagt sína andstygd móti hesum.
»Bíbliurnar« vóru: 2 bind av Socialdemokratiets Aarhundrede og Verdens Undergang.
Vit hildu annars eisini nógv bløð, bæði donsk og svensk, og av hesum kundu vit fylgja við, hvat fór fram uttan um okkum.
- At enda siga vit M. S. Viðstein og J. P. Davidsen takk fyri samrøðuna.