Slóðbrótari fyllir 100

Millum Dr. Jacobssensgøtu, Kirkjugarðin á Svínaryggi og Jóannes Paturssonargøtu liggja eini hús, ið hava sólorkuskipan og trø og runnar av ymiskum slagi rundanum.

 

Millum Dr. Jacobssensgøtu, Kirkjugarðin á Svínaryggi og Jóannes Paturssonargøtu liggja eini hús, ið hava sólorkuskipan og trø og runnar av ymiskum slagi rundanum. Hetta hevur verið heimið hjá Nannu Skála, síðani mitt í farnu øld, - og er tað enn. Hon lat sjálv húsini byggja. Saman við henni búðu ein systir, vanliga nevnd Lítla við familju - eins og beiggin Sjúrður. Eisini hevði hon fysioterapi har í nógv ár. Hon mundi vera upp ímóti 90, tá hon fekk sær grøna orku. Tað er hon, ið fyllir 100 í ovurmorgin 20. februar 2015.

Hon er av gamlari havnaætt nr. 4 av 6 systkjum. Foreldrini vóru Hansine Amalie Joensen úr Heysti og Nicolaj Skála. Nanna er familjukær og hevur miklan tokka til býin, fólkið, landið og móðirmalið. Ikki nakar heimføðingur - heldur kann sigast, at hon altíð hevur verið ein heimsborgari og tók tað besta heim við sær, haðani hon hevur verið og virkað og ferðast í grannalondunum.

Hon er útbúgvin fysioterapeutur í Danmark. Undir lesnaðinum gjørdist mamman sjúk og lá til at doyggja. Nanna fór heim at ansa henni og síðani niðuraftur at gera seg liðnan. Tá hon var liðug var annar heimsbardagi brostin á, og hon gjørdist asfaltføroyingur og arbeiddi í Keypmannahavn krígsárini. Við krígslok kemur hon heim at arbeiða á landssjúkrahúsinum nøkur ár. Gjørdi eitt legg til Skotlands, har hon arbeiddi og fekk serligt innlit í ortopedi, tí hon arbeiddi við avleiðingunum av krígsskaðum. Hugurin stóð alsamt til Føroyar, og hon kom aftur eina tíð, áðrenn hon fór til Svøríkis at arbeiða. Tað var í Vimmerby - heimstaðurin hjá Astrid Lindgren. Tað er stuttligt at hugsa sær, tí tær báðar eru ikki ólíkar. Rættiliga javngamlar, djarvar og óræddar og serliga sjálvstøðugar. Standa og hava staðið væl á egnum beinum.

Hon hevur hildið seg dagførdan við at luttaka á fakligum fundum serliga í norðurlondum, har Ísland hevur havt sítt natúrliga pláss. Hjartamálini vóru heilsa, heilsufrøði og heilbrigdi í víðari merking og so búskapur ikki at forgloyma:

Hvussu reka vit eitt samfelag á bíligasta hátt? Tað lá so sera frammaliga og sjálv hevur hon verið sera røkin og pjøkin í peningamálum.

Vit hoyra so ofta um fólk, ið renna eftir politikarum fyri egnan vinning. Nanna hevur gjørt vart við seg hjá politikkarum við at siga frá og vísa á, hvat hon helt verða týðningarmikið, hvat nýtt rørir seg í grannalondunum, og hvat kundi verið okkum, fólki og landi at gagni, - ongatíð atfinnarleyst ella runnið á leistum. Hon tosar ikki bert um tað, hon stríðist fyri, men leggur eisini dokumentatión (skjalprógv ) við. Onkuntíð var tað rúgvismikið, men ongatíð óviðkomandi, tað hon bar okkum. Vóru tað ikki avísir úr grannalondunum, so vóru tað tíðarrit og bøkur. Ofta týddi hon sjálv greinir og bar til annaðhvørt 14.SEPTEMBER ella OYGGJATÌÐINDIR.

Uttan at taka nakað frá nøkrum, so haldi eg, at hon veruliga hevur sæð úrslit av sínum altíð áhaldandi og ólønta arbeiði.

Í 1986 setti hon saman við Inga Mohr og Jákupi Lindenskov á stovn viðgerðarstovnin HEILBRIGDI á Velbastað. Hetta var eftir Minnesotafyrimyndini - ein viðgerð, sum tá als ikki var viðurkend í Danmark og Noregi og var beinleiðis lágt í metum har. Summi hildu hesa viðgerð verða skaðiliga. Ísland og Svøríki vóru ungangongulond í Norðurlondum. Henda viðgerð úr Ameriku hevur síðani havt sína sigursgongd um alla verðina, og AA-felagsskapurin, ið hevur tilknýti til viðgerðina er minst líka kendur sum størstu altjóða felgsskapir og við lokaldeildum í hvørjari bygd, og Danmark og Noreg hava langt síðani fingið slíka viðgerð. Heilbrigdi er tó nakað heilt serstakt.

Mærvitandi er tað einasta Minnesotaviðgerð í verðini, ið er ókeypis. Og øll kenna vit mong - kvinnur og menn, ið fingu avgerðandi hjálpina á Velbastað, ið eigur lívið í teimum.

Onki er hálvgjørt hjá Nannu. AA-felagsskapurin er ein fylking og ein livsstílur, ikki til høgtíðsbrúk, men til gerandisnýtslu. Tað krevur síni serligu amboð (Tey 12 stiðini, og teir 12 siðirnir). Og sjálvandi eiga amboðini at verða á føroyskum máli. Hon var ógvuliga virkin og stuðlandi í at fáa hesa bók á føroyskum eins og lestrarbókina við dagsins orði - bæði til tey bundnu og tey medbundnu.

Á 25 ára degnum hjá Heilbrigdi vóru Nanna og Jákup Lindenskov heiðrað í Norðurlandahúsinum í 2011. Ingi Mohr var ikki longur okkaramillum tá.

Bæði áðrenn og aftaná Heilbrigdi, var Nanna í hernaði ímóti tubbakkinum og fyri at fáa ein serligan tubbakspolitik í landinum. Tíðliga í tíðini kom hon við herrópinum:

AT roykja er ein privat søk,

hvar tú roykir er ein sosial søk.

Ivaleyst minnast nógv eyggjandi plakatirnar hon lat gera viðvíkjandi tubbakki. Hon hevði sín egna teknara - eina unga havnagentu Annie Arge. Hon segði henni tankar sínar, og so flutti hin til myndamál. Minnist serliga sterka fótin við vakra venjingarskónum, ið traðkaði á sigarettina. Eisini vóru fotomyndir av dugnaligum ítróttarfólkum: ONGIN AV HESUM ROYKIR .

Ótroyttiliga sendi Nanna hetta tilfar til skúlarnar kring landið, og líka íðin var hon at luttaka á øllum sølustevnum kring landið við tilfari um álvarsomu avleiðingarnar av tubbakki. Var vælkomin m.a. tí hennara tilfar var alt ókeypis og mong børn vitjaðu bás hennara. Ofta hevði hon skjálv týtt tilfarið, ella var tað nú eisini 100 ár gamla vinkonan Daniella Olsen, ið hevði týtt.

Tað skuldi vísa seg at vera nógv torførari at fáa eina tubbakslóg samtykta í Løgtinginum enn at fáa stuðul til rúsdrekkaviðgerðarstovn. Men Nanna gavst ikki. Tí vóru Føroyar at enda eitt av fyrstu londunum í heiminum at fáa eina tubbakslóg. Hon hevði tæðað jørðildið, áðrenn Alkohol-og Narkotikaráðið og Fólkaheilsuráðið kom.

Hugaligt og lívsjáttandi er tað at hugsa um, at nevnda virksemi hjá henni fyri fólkaheilsuna byrjaði eftir, at hon var vorðin pensionistur.

Hon fylgir alsamt væl við í øllum, ið fyriferst í samfelagnum. Í politikki er hon eisini støðuføst, var fastur fúsi í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagi, hóast hon ikki møtir á fundi longur. Vitjar tú, so er ein av fyrstu spurningunum..... og FLOKKURIN? Ogn er í slíkum fólkum.

Tað er so freistandi at spyrja, hvussu hevur hon borið seg at við at liva so leingi og verða so væl fyri?


Fyrsta svarið kundi verið, at hon hevur livað eftir tí, hon sjálv hevur staðið fyri. Onki tubbakk, ongar promillur, heilsugóðan mat. Haraftrat kemur, at hon altíð hevur brúkt apostlarnar. Verið nøgd, forvitin og virkin - eisini mentalt. Trøðini og runnarnir á ogn hennara eru fræ ymsastaðni frá - ikki minst ahornsfræ av Vaglinum, og síðani pílur úr Íslandi. Fyrst í lítlan pott, so í størri pott og síðani niður í moldina. Tá hava tey funnið seg til rættis í okkara veðurlagi. Nanna er glaðlynt og hevur haraftrat innankæti. Seinast men ikki minst byggir hon alt á eina sterka Guðstrúgv.

Góða Nanna. Almikið kann sigast um teg aftrat. Her er bert nevnt partur av tí, vit báðar høvdu saman. er er bert nevnt taðH Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum. Takk fyri títt ósjálvsøkna arbeiði fyri fólk og føðiland, og takk fyri vinalag, løtur og látur.

Karin Kjølbro


P.S ! Hey Sosialurin innrammað onkrastaðni á síðuni eins og onnur ella báðar bornu myndirnar:


SÁLARFRIÐARBØNIN

Guð gev mær sálarfrið til at góðataka tað,

eg ikki kann broyta,

mót til at broyta tað eg kann

og skil til at síggja munin.

(Bønin hjá Antonius Marcus Aurelius,( rómverskur keisari 161-180 e.kr.), sum AA-arar kring allan heim hava tikið til sín).