Ásigldur í Skopunarfyri: Sluppu ikki til bátin
Ein roynd verður gjørd aftur í dag
Royndin, sum varð gjørd í gjár, at sleppa niður til bátin, sum sakk í Skopunarfirði hósnáttina, miðseydnaðist.
Tað var hósnáttina, at ein minni glastreyvjabátur við tveimum monnum, varð ásigldur í Skopunarfirði, og sakk. Annar maðurin varð bjargaður, men hin er ikki komin afturíaftur.
Tað eydnaðist at finna bátin við skannara, men tá ið roynt varð at trola hann upp, miseydnaðist tað.
Men báturin flutti seg, og so varð farið at leita av nýggjum, og MRCC sigur, at tey halda seg hava funnið hann aftur, men fáa ikki sagt tað við vissu.
Og í gjár skuldi so Brimil gera eina roynd at fáa eitt undirvatns myndatól niður til bátin fyri at kanna, hvørjum standi, hann er í, og fyri at vita um nakað sæst til horvna mannin.
Men royndin miseydnaðist, tí tað var ov nógvur vindur og tað rak ov hart.
MRCC sigur, at tey eru til reiðar at gera eina roynd afturat í dag, men sum er, eru líkindini einki serlig.
Kyrrrindi eru um seks tíðina, men skal tað eydnast, krevst eisini, at vindurin eisini minkar, siga tey á MRCC:
Annars leitaði Tyrlan aftur seinnapartin í dag, men sum støðan er nú, er ongin skipað leiting eftir manninum, sum er horvin. Men heitt er á manningarnar á skipum og bátum, sum eru har um vegir, um at hava eyguni við sær.