Smábørn mugu ikki sova úti í dag

Børn undir eitt ár eiga ikki at sova úti restina av degnum, og fólk, sum brúka linsur, skulu skjótast gjørligt skifta til brillur, sigur landslæknin Sum tey flestu hava lagt merki til, so merkist eitt sindur av øsku í luftini yvir Føroyar. Øskan kemur frá eldgosinum í Íslandi. Somuleiðis er eitt sindur svávul í luftini.

Landslæknin sigur, at svávulin hevur ikki við sær nakran heilsuligan vanda, men grundað á øskuna í luftini, mælir Landslæknin til fylgjandi:

1. Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini, eitt nú astma og bronkitis, eiga ikki at vera uttandura tað, ið eftir er av degnum

2. Børn undir 1 ár eiga ikki at sova úti tað, ið er eftir av degnum

3. Persónar, sum í hesum døgum fáa sjúkueyðkenni frá lungunum, skulu halda seg innandura og ringja til lækna

Persónar, ið nýta kontaktlinsur, skulu skjótast gjørligt skifta til brillur.

Landslæknin fylgir neyvt við gongdini og fer at senda eitt nýtt tíðindaskriv, so skjótt sum nakað verður at frætta.