Byggifyritøkan Smíðlist, sum húsaðist á Rituvíkarhálsi, er farin av knóranum og øll fólkini, sum starvaðust hjá fyritøkuni, eru søgd úr starvi. Í hesi vikuni noyddist enn ein handverksfyritøka at snara lykilin og siga øllum fólkunum úr starvi.
Byggifyritøkan Smíðlist kallaði alt arbeiðsfólkið til fundar týsmorgunin, og tá fingu tey at vita, at felagið er farið á húsagang, og at alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi.
Tað var Eik Banki, sum kravdi felagið á húsagang, tá tað ikki megnaði at svara sínar skyldur.
Teir, sum áttu felagið, siga, at íløgurnar hava verið ov stórar í mun til møguleikarnar at tjena pening, soleiðis sum tíðirnar hava verið.
- Vit hava havt fleiri stór arbeiðir, eitt nú útbygging av barnaskúlanum við Gøtugjógv og útbyggingina av Stranda skúla. Í Gøtu er liðugt, og á Strondum eru bara onkrir snøklar eftir, sum onkur annar kemur at gera liðugt.
Tá Smíðlist hevði flest fólk í arbeiði, vóru tey eini 20 í tali, harav 4-5 lærlingar.
Nú uppundir endan vóru tey eini 16-17.
Teir, sum áttu felagið, siga, at virksemið helt uppat fyri góðari viku síðan, og týsdagin varð so fundur, har arbeiðsfólkið varð kunnað um viðurskiftini.
Byggifyritøkan Smíðlist húsaðist í leigaðum hølum og undir góðum umstøðum á Rituvíkarhálsi.
- Vit hava drigist við stórar íløgur, sum nú gjørdu enda á okkum, siga eigararnir, sum harmast um, at fyritøkan nú er farin á húsagang.