Smíðlist fer í søguna

Byggifyritøkan Smíðlist, sum húsaðist í stórum leigaðum hølum á Rituvíkarhálsi, er farin av knóranum og øll fólkini, sum starvaðust hjá fyritøkuni, eru søgd úr starvi

HÚSAGANGUR

Enn ein handverksfyritøka hevur nú verið noydd at snara lykilin, samstundis sum alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi.
Teir, sum standa aftanfyri byggifyritøkuna Smíðlist á Rituvíkarhálsi, vórðu herfyri notddir at ásanna, at felagið megnaði ikki sínar skyldur.
Týsmorgunin kallaði Smíðlist alt arbeiðsfólkið til fundar, og tá fingu tey at vita, at felagið er farið á húsagang, og at alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi.
Tað var Eik Banki, sum kravdi felagið á húsagang.

Stórar íløgur
Teir, sum áttu felagið, siga, at íløgurnar hava verið ov stórar í mun til møguleikarnar at tjena pening, soleiðis sum tíðirnar hava verið.
- Vit hava havt fleiri stór arbeiðir, eitt nú útbygging av barnaskúlanum við Gøtugjógv og útbyggingina av Stranda skúla. Í Gøtu er liðugt, og á Strondum eru bara onkrir snøklar eftir, sum onkur annar kemur at gera liðugt.
Tá Smíðlist hevði flest fólk í arbeiði, vóru tey eini 20 í tali, harav 4-5 lærlingar.
Nú uppundir endan vóru tey eini 16-17.
Teir, sum áttu felagið, siga, at virksemið helt uppat fyri góðari viku síðan, og týsdagin varð so fundur, har arbeiðsfólkið varð kunnað um viðurskiftini, og arbeiðsfólkið varð sagt úr starvi.
- Vit hava drigist við stórar íløgur, sum nú gjørdu enda á okkum, siga eigararnir, sum harmast um, at fyritøkan nú er farin á húsagang.

Góðar umstøður
Byggifyritøkan Smíðlist húsaðist í stórum og rúmligum hølum á Rituvíkarhálsi, har pláss var bæði til innan-og uttandura arbeiði. Hølini eru einar 900 fermetrar, og grundøkið rundan um bygningin er einar 2500-3000 fermetrar.
- So, vit høvdu góðar umstøður og gott pláss at arbeiða á, bæði inni og úti.
Eigararnir ásanna, at kappingin á marknaðinum hevur verið hørð, og hóast felagið hevur havt nøkur størri arbeiðir, var hetta ikki nóg mikið til, at fyritøkuni var lív lagað.