Byggivinna
Stranda skúli verður í løtuni útbygdur við fleiri skúlastovum og goymsluhølum, og í desember mánaði í ár skal lidnað verkætlan sambært sáttmálanum handast kommununi.
Tað er byggivirkið Smíðlist, sum húsast í leigaðum hølum á Rituvíkarhálsi, ið stendur sum arbeiðstakari av hesi frægu verkætlan.
Fyritøkan húsast í stórum og góðum hølum á Rituvíkarhálsi, sum Frithleif Olsen í Rituvík eigur. Hetta er bygningurin, har Shell áður helt til, og sum nú verður brúktur til virksemið hjá elemenfyritøkuni.
Teir, sum eiga Smíðlist í dag, eru Kári Kristiansen og Trygvi Mortensen, sum í mong ár starvaðist í Timburhandlinum í Runavík.
Kári stovnaði Smíðlist í 2006, og í fjør kom Trygvi uppí fyritøkuna. Báðir eru teir virkandi stjórar í felagnum.
Stór verkætlan
Trygvi Mortensen sigur, at skúlaverkætlanin á Strondum er fyrsta byggistig, sum verður bygt í forleinging av verandi fimleikarhøll.
- Her verða einar átta skúlastovur og goymsluhøli, og alt hetta er nýgerð.
Hann sigur, at talan er um eina uppíbygging, sum fevnir um einar 600 fermetrar í tveimum hæddum.
- Upprunaliga ætlanin hjá kommununi var, at nýggi til bygningurin skuldi verða í trimum hæddum, har niðasta hæddin partvís lá undir jørð, men ætlanin er síðan krympað til tvær hæddir.
Trygvi sigur, at fyritøkan hjá teimum hevur alla nýbyggingina av Stranda skúla undir hond, men teir hava havt JHR í Runavík at gera jørð-og kloakkarbeiði, og síðan hevur felagið Form á Skála staðið fyri betongarbeiðnum.
- Okkara partur verður so timbur-og snikkaraarbeiði, og nýbyggingin verður í fyrsta lagi reist við timburelementum, sum vit smíða í høllini á Rituvíkarhálsi. Stoypiarbeiði er komið væl áleiðis og arbeiðið, sum vit sjálvir skulu gera, er nú veruliga komið í gongd, leggur hann aftrat.
Trygvi Mortensen sigur, at aftat hesum, sum Smíðlist hevur ábyrgdina av, kemur eitt nú hita-og ventilatiónsarbeiði, el-arbeiði og málaraarbeiði, sum aðrir fara at taka sær av, tá tann tíðin kemur.
Samlaða verkætlanin við uppíbygging av Standa skúla fer helst at liggja um einar 16-17 miljónir krónur, harav parturin, sum Smíðlist ger og umsitir, fer at snúgva seg um einar 10 miljónir krónur.
Onnur verkætlan
Sosialurin hevur frætt, at Smíðlist eisini hevur onnur arbeiði fyri framman, sum eru í stoypiskeiðini.
Trygvi Mortensen váttar, at so er, men sigur, at enn er eitt annað stórarbeiði, sum talan er um, ikki skrivliga komið uppá pláss.
- Mangt bendir á, at vit fáa hetta arbeiði at gera, men enn hava vit bara fingið tað at vita muntliga – og ikki skrivliga, leggur hann aftrat.
Nógv hevur verið frammi um, at byggivinnan í Føroyum ikki hevur tað gott í hesum tíðum, men alt bendir á, at Kári Kristiansen og Trygvi Mortensen við sínum fólki fáa úr at gera komandi mánaðirnar.