Hjá Peturi Mohr var talan um fyrsta dystin, síðani hann fyri viku síðani tók við sum KÍ-venjari.
Heldur hásur á málinum tók hann til eftir dystin, at avrikið sum so ikki var nóg gott.
- Vit høvdu nakað av trupulleikum við skaðum, men tú hevur rætt í, at avrikið ikki var serliga sannførandi.
Hvørjum lutum ætlar tú serliga at arbeiða við undan næsta dystinum?
- Har eru nøkur ting. Tað nýtist ikki at verða so øgiliga nógv, sum skal til, fyri at avrikið skal betrast, só eg eri bjartskygdur. Sera bjartskygdur.
Í Klaksvík ilskast fólk um vána gongdina hjá KÍ ár. Hevur eitt felag sum KÍ ikki fólk, sum átti at borga fyri eini betri støðu?
- Støðan í dag er tann, at vit mugu vera Heðin á Lakjuni og Rógva Jacobsen fyriuttan, eins og Rodrigo er hálvskaddur. Og tað merkist, tá slíkir spælarar ikki eru við.
Men eru teir við um eina viku?
- Tað fer tíðin at vísa. Heðin rokni eg heilt víst við verður tøkur, og so mugu vit síggja, hvussu verður við hinum báðum. Hjá okkum ræður so um at arbeiða miðvíst og at taka ein dyst í senn, sigur Petur Mohr.