Smátjóðir, kyn og visjónir

Ráðstevnan byrjar fríggjadagin

Komandi dagarnar eru Føroyar karmur um norðurlendsku ráðstevnuna Smátjóðir, kyn og visjónir. Maria á Dul, stjóri á starvsfólkadeildini í Almanna- og heilsumálastýrinum, og Súsanna Nolsøe, fulltrúi í Almanna- og heilsumálastýrinum, hava lagt ráðstevnuna til rættis.

Embætisfólk, politikarar, fakfelagsfólk og starvsfólk innan nógvar ymiskar yrkisbólkar úr øllum norðurlondunum koma higar at taka lut og halda fyrilestur um javnstøðu, hvussu hon roynist í verki og hvørji framtíðarútlitini eru hesum viðvíkjandi. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum fríggja- og leygardagin.

Stigið til ráðstevnuna hevur Norðurlendska Ráðharraráðið tikið. Um 170 fólk hava teknað seg. Hevur onkur framvegis hug at koma til onkran einstakan fyrilestur ber til at gera vart við tað í móttøkuni í Norðurlandahúsinum.

Embætisfólkini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og arbeiðsbólkurin undir ráðnum, sum tekur sær av verkætlanunum mainstreaming, sum eisini er umrøtt í blaðnum í dag, koma til Føroya mikukvøldið, og hósdagin verður fundur á Hotel Føroyum. Hóskvøldið koma tey, sum skulu halda fyrilestur.

Umboð fyri politisku flokkarnar í Føroyum eru boðin við umframt landsstýrisfólkini.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnstøðulógini, setir ráðstevnuna fríggjamorgunin kl. 10. Fimm fyrilestrar verða hósdagin, Mona Danielson úr Svøríki leggur fyri við at røða um kynsperspektivið í norðurlendska samstarvinum, Drude Dallerup úr Danmark fer at halda fyrilestur um arbeiðsmarknaðin og kynsperspektivið og Susanne Jungerstam úr Finnlandi, ið er í ferð við at skriva eina doktararitgerð um javnstøðupolitikk í Álandi, Grønlandi og Føroyum fer at røða um evnið.

Jessie Kleeman úr Grønlandi fer at tosa um mentanarligar broytingar og hvussu tær ávirka javnstøðu ímillum kynini og Kirsten Brix úr Føroyum fer at tosa um kyn og mál.

Leygarmorgunin leggur Hans Pauli Strøm, sosiologur, fyri við at tosa um siðbundna samfelagið í broyting og síðani fara umboð úr øllum norðurlondunum at tosa um javnstøðustrategiir og hættir. Maria á Dul fer at kunna hinar norðurlendingarnar um, hvussu arbeiðið gongst við føroysku verkætlanini.

Seinnapartin leygadagin verður endaligt orðaskifti við pallborði.