Kommnunlæknarnir vilja ikki koppseta børn millum 5 og 11 ár. Teir vilja bara gera tað, um teir kunnu koppseta øll fólk.
Fyrr í dag boðaði Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum frá, tað ger umstøðurnar at koppseta sera truplar, at teir bara kunnu koppseta børn millum 5 og 11 ár, tí tú skalt samla stórar bólkar av børnum til hvørja viðtalu fyri at seta á eitt koppingarglas.
Men hetta er ikki so, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sum varðar av kommunulæknunum.
– Vit hava boðað kommunulæknunum frá, at hetta er ikki rætt. Landsapotekarin sigur, at koppingarstøðini, í hesum førum kommunulæknarnir, kunnu fáa koppingarevni og sproytur í júst teimum nøgdum, teir biða um. So hatta er ikki ein trupulleiki.
Marjus Dam segði víðari í skrivinum frá Kommunulæknafelagnum, at eingin avtala varð gjørd gjørd við Kommunulæknarelagið í gjár.
– Har vit enn einaferð høvdu smittumet. Lat tað verða sagt enn einaferð: Vit ynskja eina avtalu um at koppseta allar aldursbólkar. Og tað avtaluna skulu vit hava, sigur Marjus Dam, formaður hjá kommunulæknunum.
Tað er sjúkrahúsverkið, sum hevur tikið sær av koppseting higartil. Og tað er ein skipan, sum er munandi bíligari, enn roknast kann við, um kommunulæknarnir skulu standa fyri koppsetingini.
Spurdur hvat tað hevði kostað fyri hvørja koppseting, um kommunulæknarnir gjørdu tær, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, at tað fær hann ikki sagt, tí har er eingin avtala gjørd. Men tey brúka ofta danskar prísir sum grundarlag, og í Danmark er almenni prísurin 148 krónur fyri hvørja koppseting.
Sum in.fo skilir tað, so er tað á leið tríggjar ferðir so nógv, sum tað kostar hjá Sjúkrahúsverkinum at koppseta. Tí er hugsandi, at ein avtala við kommunulæknarnar verður munandi dýrari enn avtalan við Sjúkrahúsverkið.
– Men tað er eingin sum sigur, at tað høvdu verið danskir prísir, um vit gjørdu eina avtalu við kommunulæknarnar, sigur Egil á Bø og vísir á, at tað sjálvandi er ein møguleiki, at tað kundi verið bíligari.
Støðan nú er tann, at kommunulæknarnir nokta at koppseta børnini, um teir ikki sleppa at koppseta onnur eisini. Men tað er ikki heimild fyri tí, so okkurt má broytast.
– Tað hava vit sagt við Heilsumálaráðið, samstundis sum vit royna at loysa tað upp á onkran annan máta. Tað kundi verið samstarv við Sjúrkahúsverkið. Tey boðini hevur Heilsumálaráðið so fingið, at kommunulæknarnir ikki vilja bara koppseta handan bólkin. Har stendur málið nú, sigur Egil á Bø.
Tí má okkurt annað gerast.
Men hava kommunulæknarnir ikki nóg mikið at gera frammanundan, hava teir tíð at koppseta øll fólk í Føroyum?
Og tað er júst tað, sum er trupulleikin hjá Heilsutrygd.
– Jú tað ganga fleiri enn 1.000 fólk í Havn uttan lækna. Vit vildu nógv heldur givið teimum 1.000 fólkunum ein kommunulækna, enn at kommunulæknar fara at koppseta allar føroyingar, sigur Egil á Bø.
– Vit mugu nú royna, um vit ikki kunnu loysa hesa avbjóðingina. Vit hava fingið eitt skot fyri bógvin, nú kommunulæknarnir ikki vilja koppseta bara børnini. Sjúrkhahúsverkið ynskir heldur ikki at taka fleiri bólkar inn, og júst børnini kunnu vera ein serliga viðkvæmur bólkur, sum tí ikki er so skjótur at fáa ígjøgnum ein slíka koppseting, sigur stjórin í Heilsutrygd.
– So annaðhvørt má onkur annar koppseta, ella vit royna royna at gera tað kanska í samstarvi við Heilsuverkið ella má tað leggjast til onkran annan – ella kommunulæknarnir fáa sín vilja. Men so má kunngerðin broytast, sigur Eli á Bø.
Eingin loysn er á málinum, og børnini eru tí gíslar í einum stríði hjá kommunulæknum um pengar.
Børn eru gíslar hjá kommunulæknum Børn eru gíslar hjá kommunulæknum
Eitt stríð um pengar ger, at ikki eitt einasta barn í Føroyum millum 5 og 11 ár er koppsett, hóast kunngerðin langt síðani er lýst. Og eingin loysn er á málinum
Eirikur Lindenskov
4. januar 2022 kl. 18:02
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Tað verður illveður um vikuskiftið
22. oktober kl. 09:16
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Stórt forlag bannar vitlíki
58 minuttir síðan
Tíðindi
Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi
6 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini
6 tímar síðan
Tíðindi
ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina
7 tímar síðan
Fótbóltur
FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum
7 tímar síðan
Fótbóltur
Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð
7 tímar síðan
Tíðindi
Netanyahu undir trýsti undan valinum
7 tímar síðan
Tíðindi
Kropslutir av manni funnir í Rínánni
8 tímar síðan
Tíðindi
Átta leiðarar í Norðurlondum: Bjóða tøknirisunum av
8 tímar síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini
8 tímar síðan
Tíðindi
Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik
9 tímar síðan
Tíðindi
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
10 tímar síðan