Smakkurin er øgiliga beiskur á Skála

Hóast gestirnir høvdu leikliga yvirvág stóran part av tíðini, so endaði tað við trivaligum sigri til Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen og NSÍ

Veðrið var fínt, og lættin í NSÍ leguni úti á Mýrunum er serliga stórur. Rúni Gaardbo hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir, at NSÍ vann kommunuuppgerðina ímóti skálamonnum 3-0.

 

Tað kundi boðað frá, at NSÍ, sum er á fimta plássi á støðutalvuni og hevur 34 stig, vann tryggan sigur ímóti Skála, sum er á sjeynda plássi við 20 stigum færri enn grannarnir.

 

Sannleikin er, at úrslitið er ikki so lítið misvísandi sammett við dystargongdina, og at tað hevði einki forgjørt verið í tí, um skálamenn høvdu í hvussu so er eitt stig í viðførinum yvir um fjørðin.

 

Inntil tað restaðu tveir minuttir av vanligu leiktíðini var støðan 1-0. Petur Knudsen átti eftir deyðbólt uppleggið, tá ið miðverjin Lars Agardius eftir stórt korter setti hol á.

 

NSÍ royndi seg nógv við longum sendingum í fyrra hálvleiki. Tað bar ikki serliga vandamiklar støður við sær. Sum tíðin leið, so fingu gestirnir av Skála alt meiri tak á spælinum, og stórar partar av seinna hálvleiki, var tað nógv meiri lukkan enn tað var forstandi, sum var orsøk til, at tað ikki eydnaðist Skála at skora bæði eitt og tvey mál.

 

Óføri Maxwell Effiom, sum í summar skifti úr Vágum og á Skála, har hann er fremsti maður, sneiddi seg leysan, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í stólpan aftanfyri Kristian Joensen, sum annars var sera stinnur í NSÍ málinum. Og eftir deyðbóltsstøðu til Skála var tað Klæmint A. Olsen, sum bjargaði, tá ið hann á egnari málstriku og við høvdinum sendi bóltin upp á tvørtræið.

 

At Skála ikki megnaði at umseti møguleikar til bæði eitt og tvey mál, kostaði nógv. Skálamenninir skrúvaðu høvdið av, tá ið teir royndu at smáspæla í egnum brotsteigi. Tað endaði við, at innskifti Mórits Heini Mortensen vann bóltin, og so varð brotsspark gjørdi ímóti Klæminti A. Olsen. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vann NSÍ nýtt brotsspark. Í báðum førum var tað Petur Knundsen, sum ósvikaliga tryggur setti bóltin í netið.

 

Fegnir NSÍ spælarar tóku ímóti koimmunusteypinum, meðan teirra løttu áskoðarar fegnaðust um sigurin. Í Skála leguni er vónbrotið stórt um úrslitið. Avrikið kundi havt borið væl betur úrslit við sær, men tað eru málini, sum telja, og tey megnaði Skála ikki at skora í dag.

 

 

 

NSÍ – Skála 3-0 (1-0)

 

1-0: Lars Agardius 18.

 

2-0: Petur Knusen br 88.

 

3-0: Petur Knusen br 96.+

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Lars Agardius, James Drye – Yassine El Quatki, Beinir Nolsøe, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Skála: Karstin Joensen – Bjarti Thorleifsson, Markus Hellisdal, Kristian Martin Jakobsen, Atli D. Petersen – Nicolai Dohn, Jákup Pauli Frederiksberg – Karl Martin Johansen, Emil Rosenberg,  Ragnar Skála – Maxwell Effiom