Smartar loysnir køva samfelagsatlitið

Avgerandi fyri Eysturoyartunnilin má vera, hvussu góð henda íløgan verður fyri føroyska samfelagið. Og tí mugu og skulu politikarar fyrihalda seg til, at fyri brúkaran verður privata loysnin tríggjar ferðir dýrari enn almenna loysnin. Hvar er samfelagsatlitið í hesum, spyr búskaparfrøðingurin og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, sum eftirlýsir eitt grundleggjandi kjak um, hvat skal vera alment, og hvat skal vera privat

Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, rópar nú varskó. Kjakið um Eysturoyartunnilin er eftir hansara tykki snøgt sagt farið av sporinum.
– Talan er um eina íløgu í infrakervið hjá øllum borgarum í landinum. Tí er avgerandi, hvussu henda milliarda íløga skal fíggjast og forrentast. Og tí hevur tað týdning, um rentan á láninum er 1,76 prosent ella fimm prosent, og um her liggur ein eginpeningur inni í projektinum, sum eisini skal forrentast. Hetta eru faktorar, sum næstu mongu árini vera avgerandi fyri, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra gjøgnum tunnilin, sigur Johnny í Grótinum.
Johnny í Grótinum var formaður í Búskaparráðnum árini frá 2005 til 2006. Og meðan tøgnin frá sitandi Búskaparráði í tunnilsmálinum er larmandi, eftirlýsir fyrrverandi formaðurin eina reella viðgerð av málinum.
- Ja, tú kanst siga, at løgtingið hevur samtykt at geva landsstýrismanninum eina heimild at samráðast við eitt privat felag um eina privata tunnilsloysn. Og har má eg rósa Copenhagen Infrastructure Partners og teirra samstarvsfeløgum í PensjonDanmark og LÍV fyri dugnaskap, framfýsni og virkisfýsni, tí tey hava megnað at útvega váðafúsan kapitla til at fremja íløguna í tráð við leistin, sum løgtingið hevur álagt landsstýrismanninum í innlendismálum at tráðroyna. Men eigur alt kjak og øll viðgerð av hesi milliardaíløgu so at enda har, spyr búskaparfrøðingurin retoriskt, áðrenn hann heldur fram:
- Í øðrum londum kjakast serfrøðin og politikarar um sonevnda OPP-modellið, har tað almenna og privata ganga saman um ávísar íløgur. Tað tykist, sum um vit leypa upp um hesa grundleggjandi diskusjónina, fyri í staðin at vevja alt møguligt annað uppí, sigur Johnny í Grótinum við greiðari tilsipan til Sandoyartunnilin.
Sambært búskaparfrøðinginum er avleiðingin heilt einfalt, at vit missa fokus á tað, sum diskusjónin eftir hansara tykki eigur at snúgva seg um.
- Tað má vera ein spurningur um samfelagsnyttuna av tí einstøku íløguni, slær hann fast.

Eitt skúladømi
Johnny í Grótinum er greiður yvir, at hann við sínum starvi í BankNordik lættliga kann vera lagdur undir at renna ørindi fyri sín arbeiðsgevara, nú hann leggur seg út í kjakið um Eysturoyartunnilin.
BankNordik hevur alment ført fram, at eftir bankans tykki er besta loysnin ein almenn loysn, har verandi undirsjóvartunnlar verða brúktir sum fíggjarligt grundarlag undir Eysturoyartunnlinum.
Johnny í Grótinum strikar undir, at hann úttalar seg sum búskaparfrøðing og fyrrverandi formann í Búskaparráðnum. Ikki vegna BankNordik.
Afturat starvinum í bankanum hevði Johnny í Grótinum mánadagin sín fyrsta starvsdag sum tímalærari á Føroya Handilsskúla, har hann næsta skúlaár skal undirvísa triðja árs næmingum í altjóða búskapi.
- Har skal eg undirvísa í, hvussu búskaparfrøðin kann brúkast til at greina viðkomandi samfelagsbúskaparligar spurningar. Og har er Eysturoyartunnilin eitt upplagt evni at taka upp. Tað er greitt, at ágóðin av hesi íløgu er til staðar. Men politisku avgerðirnar, sum í hesum døgum verða tiknar á Føroya Løgtingi, koma at áseta støddina á samfelagsliga ágóðanum, sigur Johnny í Grótinum.
Ikki minst tí eftirlýsir hann eina meira grundleggjandi og fakliga viðgerð av málinum.
- Sum búskaparfrøðingur føli eg eina ávísa fólkaræðisliga skyldu til at geva mítt fakliga íkast til kjakið um hesa íløgu, leggur hann afturat.
Johnny í Grótinum hevur tí hugt nærri at uppritinum, sum Landsverk í mars í fjør gjørdi til Innlendismálaráðið í eini roynd at lýsa búskaparligu avleiðingarnar av, um Eysturoyartunnilin verður almennur ella privatur.
- Tað uppritið vísti, at privata loysnin er 40 prosent dýrari. Men við dagføra útrokningarnar síggja vit, at munurin er øktur. Gjógvin millum almenna og privata leistin er snøgt sagt blivin breiðari og djúpari, soleiðis at privata loysnin nú er tríggjar ferðir dýrari enn almenna loysnin. Tað fer so at síggjast aftur í prísinum fyri at koyra í gjøgnum tunnilin, sigur Johnny í Grótinum.

Roknistykkið
Búskaparfrøðingurin vísir á, at landsstýrið so seint sum í juni lænti eina milliard krónur.
- Lánsbrøvini blivu rivin burtur eftir einum tíma. Fasta rentan næstu fýra árini gjørdist 1,76 prosent. Og tað sigur nakað um fíggjarstøðuna hjá landinum, tá tú kanst læna pengar á handan hátt, argumenterar Johnny í Grótinum.
Tunnilsuppritið hjá Landsverki frá mars í fjør tekur støði í, at landskassin kann læna fyri 3,7 prosent. Og sama upprit tekur støði í, at privat fyritøka fer at krevja eina renting av samlaðu íløguni á 6,7 prosent.
- Men í summar kom fram í fjølmiðlunum, at privati fíggingarleisturin hevur við sær eitt krav um, at íløgan skal rentast við stívliga 10 prosentum. Sambært hesum skulu tær fyrstu 300 milliónirnar í eginpeningi rentast við 15 prosentum, meðan restin verður lánifíggjað við meðalrentu á fimm prosent, sigur Johnny í Grótinum og heldur fram:
- Um hesar upplýsingar um privata leistin eru rættar, kann tað almenna also læna pengar til væl lægri rentu enn áður mett, meðan privata tunnilsfelagið krevur væl hægri rentu enn mett í álitinum. Tí er munurin millum almennu og privatu loysnina øktur rættuliga nógv. Fyri brúkaran merkir tað ítøkiliga, at við almennu loysnini fer tað at kosta 46 krónur at koyra aftur og fram gjøgnum tunnilin, meðan prísurin við privatu loysnini verður 146 krónur aftur og fram.
Sambært búskaparfrøðinginum kemst stóri prísmunurin heilt einfalt av, at privata felagið lænir pengar til nógv hægri rentu enn tað almenna. Harumframt hevur privata felagið krav um at forrenta sín eginpening, og tað hevur landskassin ikki.

Perur og bananir
Í almenna kjakinum hevur verið nógv umrøtt, hvussu stórur váðin er við at gera íløguna í Eysturoyartunnilin. Fyri ein útlendskan íleggjara er tað ein váðafús íløga yvirhøvur at gera ein undirsjóvartunnil í einum lítlum og fjarskotnum oyggjasamfelag, sum enntá er hótt av fólkafráflyting. Eisini er ivasamt, hvussu nógv yvirhøvur fara at brúka tunnilin. Og um prísurin nú eisini fer at halda, ella íløgan gerst munandi dýrari enn ætlað.
- Fyri ein privatan íleggjara er hetta ein reel støða at hava. Og tað er eisini reelt at taka pengar aftur fyri at átaka sær ein slíkan váða. Men her eru almennu Føroyar heilt grundleggjandi í eini aðrari støðu enn ein privatur íleggjari, sigur Johnny í Grótinum og ramsar upp munin:
- Almennu Føroyar hava longu átikið sær tann váða, at føroyingar framvegis koma at búleikast her um 30 og 50 ár, men fyri íleggjaran er talan um ein nýggjan váða, sum hann kann hava ilt við at meta um. Og harnæst hevur løgtingið munandi betur møguleika enn nakar privatur íleggjari at gera nakað ítøkiligt við ein slíkan váða. Løgtingið kann gera nakað ítøkiligt fyri at venda fólkafráflyting til fólkavøkstur, soleiðis at sannlíkindini fyri at fólk eisini búgva her um 30 ella 50 ár og harvið eisini brúka tunnilin eru til staðar. Tað kann ein privatur íleggjari av givnum orsøkum ikki. Og landið kann skipa soleiðis fyri, at framtíðar samferðsluútbyggingar verða lagdar soleiðis til rættis, at tær stuðla undir at tunnilin verður brúktur mest møguligt. Poengið er bara, at ein privatur íleggjari vil taka seg betaltan fyri ein váða, sum landið longu kennir, tekur og kann gera nakað við, argumenterar Johnny í Grótinum.
Tí eftirlýsir búskaparfrøðingurin enn einaferð grundleggjandi diskusjónina um, hvat skal vera alment, og hvat skal vera privat.
- Vit mugu kunna diskutera og lýsa út í æsir, um og hví vit vilja gjalda tríggjar ferðir so nógv fyri at koyra ígjøgnum ein tunnil aftur fyri at lata ein privatan átaka sær váðan av verkætlanini, sigur Johnny í Grótinum.
Búskaparfrøðingurin vísir á, at í okkara grannalondum hava tey hesar diskusjónirnar um alment kontra privat og áður umrødda OPP-modellið.
Tá danskir pensjónsgrunnar í vetur bjóðaðu sær til at fíggja eina røð av íløgum í infrakervið í Danmark eftir OPP-leistinum, var móttøkan lunkað. Ikki minst hjá fíggjarmálaráðharranum, Bjarne Corydon.
- Tað er altíð ein rokning, ið skal gjaldast – eisini fyri eitt OPP-projekt. Og tann rokningin endar altíð í síðsta enda hjá skattaborgarunum, segði Corydon við Børsen.
Argumentatiónin hjá teimum ivasomu bygdi á, at danski staturin er somikið væl fyri, at hann kann lættliga læna pengar fyri tvey prosent í rentu, meðan pensjónsgrunnarnir taka sær eini sjey prosent í rentu fyri at fáa eina skilagóða forrætning burturúr.
- Og nær er váðin so mikið stórur, at hann rættvísger eina eyka rentu upp á fimm prosent, ljóðaði spurningurin, ið Corydon setti upp ímóti OPP-leistinum.
Í aðrari grein í Børsen um ólavsøkuna varð víst á, at manglandi áhugin í Danmark hevði fingið pensjónsgrunnarnar at leita sær eftir íløgumøguleikum uttanlands. Pensjónsgrunnarnir eru snøgt sagt ov dýrir fyri almenna Danmark, sum kann fáa aðra fígging munandi bíligari.
Herheima eftirlýsir Johnny í Grótinum eina líknandi diskusjón.
- Vit mugu hava eitt vitanargrundarlag at diskutera á. Vit mugu kunna diskutera, um og hví føroyski brúkarin skal gjalda tríggjar ferðir so nógv fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin aftur fyri at eitt privat felag átekur sær váðan av at gera tunnilin.
Og her eigur Búskaparráðið at hava ein virknan leiklut, heldur fyrrverandi formaðurin.
- Eg bleiv satt at siga eitt sindur spentur, tá eg í kjalarvørrinum av at Landsbankin var avtikin hoyrdi, at Búskaparráðið skuldi styrkjast við einum sekriteriati. Tað ljóðaði, sum fingu vit á henda hátt eitt sterkari og meira virkið Búskaparráð. Og málið um Eysturoyartunnilin er eitt upplagt mál fyri Búskaparráðið at viðgera og lýsa, sigur Johnny í Grótinum.
Búskaparráðið var kallað í Rættarnevndina hjá løgtinginum fríggjadagin í síðstu viku. Men ráðið hevur onga meining um tunnilin, segði Sverri Hansen, formaður í ráðnum, eftir tann fundin.

Vavstur og slutur
Í kjakinum um Eysturoyartunnilin hevur løgmaður fleiri ferðir togað Sandoyartunnilin inn í málið. Hann hevur víst á, at almennu Føroyar hava ikki ráð til at gera tveir tunnlar, og tí má landið halda seg til Sandoyartunnilin, sigur hann.
Ein argumentatión, ið sambært búskaparfrøðinginum er beinleiðis skaðilig.
- Við at argumentera á henda hátt, gloymir tú eina røð av millumrokningum. Og tað ringasta av øllum er, at tú missir fokus á tað, sum alt snýr seg um. Nevniliga prísin fyri at brúka tunnilin, sum er avgerandi fyri samfelagsnyttuna, sigur Johnny í Grótinum og heldur fram:
- Eysturoyartunnlin kann forrenta seg sjálvan, og tí hevur tú spurningin, hvørt tunnilin skal vera almennur ella privatur. Tað eiga politikarar og serfrøðingar at diskutera sum eitt mál fyri seg. Sandoyartunnilin forrentar seg ikki, og kemur tí ongantíð at vera ein spurningur um alment ella privat. Tí má man diskutera henda tunnilin fyri seg, og seta hann í forhold til aðrar raðfestingar á fíggjarlógini næstu árini.
Meðan tað sambært búskaparfrøðinginum er sera tilvitað av løgmanni at samantvinna báðar tunnlarnar fyri á tann hátt at leypa millumrokningarnar um, so hevur andstøðan við sínum alternativa uppskoti gruggað málið enn meira.
- Tað er eitt misskilt, nationalistiskt argument at føra fram, at útlendingar fara við vinninginum, og tí eigur tað almenna at gera tunnilin. Landskassin skal væl eisini út um landoddarnar at læna pengar, og vinningurin av hesum verður heldur ikki skattaður í Føroyum. Eingin finst heldur at Bakkafrost fyri í januar í ár at læna 750 milliónir krónur frá norskum íleggjarum fyri eina rentu á 5-6 prosent, hóast tað almenna kundi lænt pengarnar nógv bíligari. Og tað er eisini í lagi. Tí munurin er, at tunnilin er ein brúkarafíggjað byggiætlan, sum almennu Føroyar varða av. Og størsta útreiðslan er also rentukostnaðurin fyri at fíggja tunnilin, og tí er rentukostnaðurin avgerandi fyri, hvat tað kemur at kosta at koyra ígjøgnum. Og her stendur spurningurin um samfelagsnyttuna, sigur Johnny í Grótinum.
Í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi verður lagt upp til, at Eysturoyartunnilin skal vera við til at fíggja ein komandi Sandoyartunnil. Og tað er harmiligt, sambært búskaparfrøðinginum.
- Velur tú at seta prísin fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin so høgt, at tær inntøkurnar kunnu fíggja ein Sandoyartunnil, so gerst samfelagsnyttan also minni. Og hinvegin sleppa politikarar tá undan at seta ítøkiligu, samfelagsbúskaparligu kost-nyttu útrokningina fyri Sandoyartunnilin greitt upp og raðfesta hesa íløgu í mun til allar aðrar íløgur á fíggjarlógunum næstu árini. Málið blívur tá ein spurningur um at røkka ávísum politikarum, sum kunnu koppa politiska meirilutan hendavegin ella hinvegin. Og tað er ikki til fyrimuns, hvørki fyri samfelagsnyttuna ella fyri fólkaræði, sigur Johnny í Grótinum.